Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tollarar og Syndarar á G!

Vit eru errin, at kunna avdúka, at Tollarar og Syndarar koma á G! at spæla í ár.

Tollarar og Syndarar eru avgjørt eitt nýbrot innan kristnan tónleik í Føroyum, sum hevur eina sterka siðvenju merkta av góðsku, T.O.S. hava tikið góðskuna við sær, men kryddað hana við nógvum spennandi.

Bólkurin er mannaður av sera dugnaligum tónleikarum, ið spæla alskyns ljóðføri, ið saman við teirra sermerkta rútmuhimi, geva T.O.S. eitt heilt serligt ljóð.

T.O.S. spæla peppaðan og dansiglaðan tónleik, ið til tíðir setur ein festligan dám á meira álvarsom evni, og tónleikurin hevur avgjørt givið kristnum føroyskum tónleiki eina eyka dimension.

Tvær útgávur er tað vorðið til hjá T.O.S., og nógvar framførslur við. Eitt nú á FMA, ið var ein framførsla merkt av orku og einum hugi at undirhalda. Spæligleðin veruliga skein í gjøgnum. T.O.S. fara at seta ein orkumiklan, gleðiligan dám á G!.

G! Festivalurin verður 16.-17.-18. juli. Tað er frammanundan greitt, at At The Gates, Jamie Woon, Tinganest, Enekk, Högni, Guðrið Hansdóttir, Analogik, Conny Jazz, Gluteus Maximus, Hans Andrias, Kiasmos, Eivör, Teitur, Marius Ziska, Punjab og Ranchus verða millum növnini á ársins G! Komandi vikurnar verður bróðurparturin av skránni til G! 2015 avdúkað.