Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tollforðingar mugu takast burtur

Kendir og afturvendandi trupulleikar

Tíðin, tá Føroyar fyri tað mesta vóru rávøruveitari (primitivar vørur), eigur vera ein farin tíð. Men tað harmar meg, at føroyskar fyritøkur enn í dag mugu flyta sítt arbeiðið at virðisøkja rávøruna til útlandið, tí tær ikki hava nøktandi marknaðaratgongd fyri teirra meirvirkaðu vørum.

Hetta upplivdu vit fyri nøkrum árum síðani, tá Tjaldur var sett á stovn í Bretlandi við tí endamáli at virðisøkja føroyska rávøru og selja hana uttan toll á ES-marknaðinum. Og nú uppliva vit tað aftur, tá ein føroysk fyritøka keypir virkið í Týsklandi, fyri at sleppa undan ES-tollinum uppá 25%.

Tí má og skal alt gerast fyri at beina burtur tollforðingar, soleiðis at arbeiðspláss og ein størri partur av veiðuni og framleiðsluni í fiskivinnuni ikki verður flutt av landinum.

ES og BRIKS-londini
Løgmansumsitingin eigur at miða ímóti, at avtalaði fundurin nú í mai endar við einari avtalu, sum ásetir, at allar tollforðingar millum Føroyar og ES fyri virkaðar vørur, verða tiknir av, soleiðis at virkaðar føroyskar vørur úr t.d. makreli og sild, eru tollfríðar á ES-marknaðinum. Harafturat eiga samráðingar at verða um eina nýggja handilsavtalu millum Føroyar og ES.

Eisini eigur Løgmansskrivstovan at leggja seg eftir at fáa fríhandilsavtalu við onnur lond t.d. BRIKS-londini (Brasil, Rusland, Indien, Kina og Suður-Afrika), fyri allar vørur, sum eru virkaðar í Føroyum. 

Fríhandilsavtalan við Turkaland er dømi um, at hetta letur seg gera.

Fríhandilsavtalur hava við sær, at tað í Føroyum verða skapt fleiri arbeiðspláss, økt virðisøking av rávøruni, øktur útflutningur og vøkstur í føroyska búskapinum.

Marknaðaratgongd
Fyri okkara fiskavørur er lyklaorðið marknaðaratgongd, og hetta er galdandi fyri allar greinar innan okkara høvuðsvinnu, og innan aðrar framleiðsluvinnur. 

Megna vit at fáa fríhandilsavtalur við, t.d. ES, Rusland og Kina, har allar toll- og handilsforðingar eru burtur, vil okkara stóra rávørutilfeingi vera grundarlag fyri vøkstri her heima við fleiri arbeiðsplássum, virðisøking og útflutningi.

Eg fari tí enn einaferð, at heita á samráðingartoymi undir Uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, um at arbeiða skjótt og fáa so nógvar fríhandilsavtalur við onnur lond í hús sum gjørligt.

Góð marknaðaratgongd og stórur útflutningur er ein avgerðandi fortreyt fyri tí ríka vælferðarsamfelagið, sum eg ynski Føroyar framhaldandi skulu verða.

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Løgtingsins Vinnunevnd