Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tólmennini koma – og vit mugu vera klár

LESARABRÆV: Verkætlanin at gera eitt talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, Talgildu Føroyar, er ein stór avbjóðing, bæði fyri arbeiðsgevarar og fakfeløg. Starvsfólkini skulu vera ein viðspælari, heldur enn ein mótspælari. Eisini mugu vit leggja dent á at førleika starvsfólkini til framtíðar avbjóðingarnar. Svend Åge Seloy, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum, skrivar lesarabrævið hendan mánaðin
 
Tá vit hugsa um tólmenni (robottar) er tað aloftast um stór tól, sum lætta um tung og monoton, heilsuskaðilig arbeiði, sum t.d. í bilídnaðinum og øðrum ídnaðarverksmiðjum. Men soleiðis verður tað ikki í framtíðini, tá alt fleiri størv av ymiskum slag verða talgild.
 
Robotturin Erna
Herfyri læs eg um danskt lívstryggingarfelag, sum hevur “sett eitt tólmenni í starv”, sum tey kallað Erna. Erna arbeiðir sum málsviðgeri. Hennara arbeiðsdagur byrjar kl. 7 og endar kl. 22. Hon hevur ongar kaffipausur, krevur einki skriviborð o.s.v. Erna er ein telda, sum stendur í teldurúminum.
 
Erna er tríggjar ferðir so skjót at loysa ymisku uppgávurnar, sum ein vanligur málsviðgerði. Talan er um rutinuarbeiði og keðiligar uppgávur, sum tólmennið varð lært at gera. Ein skuldi trúð, at aðrir málsvigerðar á staðnum vóru bangnir fyri at missa sítt arbeiði. Men so var ikki. Teir mettu, at teir fingu betri tíð til at loysa torgreiddar uppgávur og á tann hátt geva eina betri tænastu til kundarnar.
 
Greiningar vísa, at millum 800.000 og 900.000 arbeiðspláss í Danmark verða talgild ella automatiserað tey  næstu 10 - 20 árini.
 
Hettar er ógvuslig tøl. Hvussu stór tølini verða fyri Føroyar er ringt at meta um.
 
Mugu vera við
Tað sum er umráðandi fyri Starvsmannafelagið og onnur fakfeløg, er, at limir felagsins verða tiknir við uppá ráð. Tað eru limirnir, sum sita við vitanini í dag og duga best at koma við góðum loysnum, sum kunnu gagna føroyska samfelagnum fram eftir. Tað er sera umráðandi, at starvsfólkið er ein viðspælari, heldur enn at mótarbeiða hesi menningini. Annars kunnu tey lættliga verða afturúrsigld.
 
Tí er tað ein av stóru uppgávunum hjá almennu arbeiðsgevarunum og fakfeløgum at tryggja at starvsfólk fáa møguleika at førleikamenna seg til tær arbeiðsuppgávur, sum framtíðar samfelagið krevur. Vit kunnu eisini vænta at arbeiðsførleikarnir hjá fólki í framtíðini fara at broytast enn skjótari enn í dag. Eingin ivi er um, at tey størvini, sum fara at verða í framtíðini fara at krevja enn størri vitan enn í dag.
 
Tað hevur eisini víst seg at tær fyritøkur og stovnar, sum seta pening av at førleikamenna síni starvsfólk, eru tey sum standa seg best.
 
Verkætlanin, Talgildu Føroyar, er farin av bakkastokki. Hvussu skjótt tað fer at ganga við hesi talgildan, er ringt at spáa um. Men eingin ivi er um, at hetta viðførir at fleiri og fleiri arbeiðsuppgávur fara at detta burtur og at aðrar fara broytast nógv. Hesar broytingar í arbeiðsuppgávum viðføra, at nakrir førleikar ikki verða eftirspurdir longur og hinvegin, at nýggj førleikakrøv taka seg upp. Á henda hátt verður alsamt tørvur á førleikamenning
 
Hetta krevur at politikararnir seta pengar av, so at almennir stovnar áhaldandi kunnu førleikamenna síni starvsfólk.
 
Tað eru serliga tær rutinukendu arbeiðsuppgávurnar, sum fyrst verða talgildar og gjørdar sjálvvirknar.
 
Men nýskapan,  innliving, umsorgan og  nærvera, eru sera ringt at talgilda og gera sjálvvirkin.
 
Svend Åge Seloy, nevndarlimur
Starvsmannafelagið
 
MEININGAR: Umboðini í nevndini fyri Starvsmannafelagið skiftast at skriva lesarabrøv á heimasíðununi hjá Starvsmannafelagnum, um aktuell samfelags- og limamál