Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tónleikur á Bátafestivalinum á Toftum

Eftir at bátarnir er komnir á pláss í bátahylinum í Oyrunum á Toftum, byrja tiltøk í tjaldinum á kaiøkinum. Sum altíð er nógv gott undirhald í teltinum undir Bátafestivalinum. Fleiri framúrskarandi tónleikarar fara at framføra gjøgnum dagin.

Tíðindaskriv3 – tónleikur í teltinum

Eftir at festivalurin er settur, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan15.30, har fýra tónleikarar fara at framføra.

Fyrstur á pallin verður Eyðun Jacobsen, og síðani koma Karstin Danielsen,  Terje B. Vestergaard og Sámal Ravnsfjall setir punktum fyri tónleikaframførslunum. 

Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði kring bátahylin og sjálvandi í tjaldinum á kaiøkinum.

Skráin fyri Bátafestivalin á Toftum kann lesast HER.

Vælkomin á Bátafestival á Toftum leygardagin 4. mai.

Fyrireikararnir