Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tónlistarligi arvurin er førdur víðari

- er tað, vit kunnu siga um systrarnar Ester og Døgg.

Tað er nokkso ofta, at vit eru vitni til, at eftirkomarar eru ríkaði við evnunum at skapa tónleik og list.

Onki er er so ríkt at síggja og hoyra fólk, sum vilja leggja seg eftir at føra skattin víðari og tað kunnu vit saktans siga um Ester Kristiansen og Døgg Nónsgjógv.

Eg havi hoyrt tær báðar nakrar ferðir í útvarpi og eri eg rættiliga ovfarin av teirra evnum at skapa og framføra tónleikin.

Tær mistu pápan, Birgir Nónsgjógv, fyri nøkrum árum síðani og kann eg leggja merki til hetta í tónleikinum hjá teimum báðum, at tær leingjast eftir pápanum.

Tað er ongin ivi um, at tónleikurin fær onskursvegna eina rúmd og sál, tá ein gevur sær loyvi til at seta orð á sínar kenslur og annað.

Sjálvur minnist eg væl Birgir, at vera hesin lætti og fryntligi persónurin, sum var raskur til sítt arbeiði og sanniliga eisini var frammi við guitara og sangi – oftast saman við Jónsvein.

Teir høvdu hesa einklu, fólksliga sjangruna, sum fangaði fleiri og fingu sett sín serliga dám á.

Ester og Døgg eru serstakar og ikki sørt breiðar í sínum framførslum og eru røddirnar sera klárar og góðar.

Tær hava eisini hetta í sær, at tað er eitt samanspæl millum teirra evni til sangin og at tær eisini útstrála góð musikalsk evnir.

Tað er ikki altíð, at sangskatturin er javnbjóðis evnunum at skapa og framføra, men tað hava tær báðar fingið við í vøggugávu.

Onskursvegna fær ein eina hvíld og fer í ein ella annan dreym um, at eftir alla hesa strevanina fer alt at verða gott.

Eg eri ikki sørt spentur, at fylgja teimum og tað skal ikki undra meg, um vit fara at síggja tær á onkrum palli, uttanlanda.

Tað er ongin ivi í mínari verð, at aftur her hava vit tveir tónleikarar, sum eg virði sera høgt og kunnu koma langt, um tær vilja tað.

Eg ynski tykkum alt gott og vóni, at tit halda fram!

Fríðálvur A. Jensen