Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Toppfundur fyri umhvørvisráðharrar í arktiska økinum

Føroyar eru umboðaðar á arktiskum toppfundi fyri umhvørvisráðharrar, sum verður hildin í Svøríki í døgunum 5.-6. februar. Høvuðsevnið á fundinum er veðurlagsbroytingar og avleiðingar í heimshøpi.

Á fundinum luttaka eisini umhvørvisráðharrarnir úr Amerika, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Ráðharrarnir fara at umrøða veðurlagsbroytingar, og hvørjar avleiðingar broytingarnar hava á arktiska økið og heimin annars. Hetta er aðru ferð, at ein toppfundur fyri umhvørvisráðharrar verður skipaður undir formansskapinum í Arktiska ráðnum.

Fyri Føroyar hevur tað serliga stóran týdning at vísa á tørvin á øktum samstarvi millum londini fyri at kanna og kenna avleiðingarnar av, at CO2-útlátið økir um súrleikan í sjónum. Føroyar fara eisini at leggja dent á týdningin at fylgja við broytingum í vistskipanum á landi og sjógvi. Harumframt fara Føroyar at varpa ljós á, at enn eru fleiri vandamikil dálkandi evni, sum ferðast til okkara leiðir við luft- og havstreymum, hóast dálkingarkeldan er fjarskotin og altjóða sáttmálar eru gjørdir.

Av tí at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, ikki fær verið við á fundinum, verður tað Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum umboðar Føroyar á arktiska toppfundinum fyri umhvørvisráðharrar.

Granskarar frá Umhvørvisstovuni, Náttúrugripasavninum og Havstovuni hava hjálpt til at fyrireika landsstýriskvinnuna til toppfundin.

Meira fæst at vita um toppfundin her: http://www.government.se/sb/d/2125/a/207694