Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboð fyri partarnar í verkætlanini avmyndað í góðveðrinum í Cork.

TÓRSHAVN Í ALTJÓÐA VERKÆTLAN

Nú verður enn eitt stig tikið í arbeiðinum at menna okkara sjóvegis ferðavinnu. Tórshavnar havn er við í The Cool Route Project, ið júst er farið av bakkastokki. Hetta er spennandi 3 ára verkætlan, sum hevur til endamáls at menna sjóvegis ferðavinnuna á okkara leiðum.

Í farnu viku hittust luttakandi partarnir á fyrsta sinni. Á fundi í Cork í Írlandi varð arbeiðið lagt til rættis og skipað komandi 3 árini.

Endamálið við verkætlanini er at gera eina business-plan, eina marknaðarførsluætlan, eina kommercialiseringsætlan saman við logistikkanningum og eina praktiska siglingarætlan fram við økinum hjá luttakarunum.

Umframt Tórshavnar havn eru Cork Institute of Technology, Donegal County Council, Glasgow Caledonian University, Royal Cork Yacht Club, Derry City Council, Blue Seas Marina og Western Norway Research Institute við í verkætlanini. Afturat omanfyri nevndu eru fleiri felagsskapir og áhugabólkar innan ferðavinnu og sjóvegis ferðslu knýttir at samstarvinum.

- Megna vit at gera eina spennandi siglingarætlan heilt úr Cork í Suðurírlandi fram við skotsku strondini, fram við Føroyum og heilt til Vesturnoreg, kann hetta lættliga føra við sær, at vit í Tórshavn fáa væl fleiri enn teir núverandi umleið 80 stuttleikabátarnar um árið. 

Sum oftast er talan um fólk, ið eru væl fyri. Tey hava møguleika at leggja pening eftir sær eitt nú til smærri umvælingar av bátinum og á matstovum í økinum, tey vitja, sigur Annfinn Hjelm, vinnusamskipari í Tórshavnar havn.

Vinnusamskiparin leggur aftrat, at luttakandi partarnir umboða einastandandi vakrar náttúruperlur, og tað er at fegnast um, at Northern Periphery and Arctic Programme hevur valt at stuðlað júst hesi verkætlan. 

Mynd: Umboð fyri partarnar í verkætlanini avmyndað í góðveðrinum í Cork.