Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna fekk viðhald í søluni av grundstykkum i Kollafirði

Minnilutin í Tórshavnar býráð fekk ikki viðhald í kæruni til Innlendsimálaráðið um sølu av grundøkjum fyri undir kostprís á Hamrabøi í Kollafirði. Innlendismálaráðið metir heimildirnar hjá Tórshavnar kommunu at vera í lagi, og tí er ikki grundarlag fyri at gera meira við málið.

Heilsu- og Innlendismálaráðið fekk í mars mánaði eina klagu frá Heðini Mortensen, býráðslimi, sum saman við fimm øðrum býráðslimum kærdi eina býráðssamtykt um sølu av grundstykkjum fyri undir kostprís á Hamrabøi í Kollafirði.

Býráðssamtyktin snúði seg um at tilluta part av útstykkingini á Hamrabøi í Kollafirði eftir bíðilistanum fyri eitt mett søluvirði, sum var lægri enn kostprísurin. Minnilutin vildi hava grundøkini seld fyri kostprís.

Tórshavnar kommuna metti ikki, at tað bar til at fáa kostprís fyri stykkini. Tvær meklarafyritøkur virðismettu tí stykkini, og niðurstøðan varð ein prísur uppá 457,01 kr fermeturin.

Heilsu- og Innlendismálaráðið sigur, at um ein kommuna hevur keypt grundøki og gjørt tey byggibúgvin út frá tí meting, at hetta er fíggjarliga ráðiligt, men at tað seinni vísir seg, at tað mest fíggjarliga ráðiliga er at selja grundstykkini, hóast marknaðarprísurin ikki dekkar samlaðu útreiðslurnar, so er ein tílík søla lóglig.

Heilsu- og Innlendismálaráðið metir, at Tórshavnar kommuna á haldgóðan hátt hevur grundgivið fyri, hví tað er ráðiligt at selja til undir kostprís, heldur enn at bíða eftir hægri prísi um nøkur ár. Ráðið metir tað torført at hugsa sær, at tað kundi verið gjørligt at fingið hægri prís um nøkur ár. Kommunan hevði heldur fingið ein fíggjarligan miss av at bíða.

Líksheitsprinsippið er ikki brotið og allir borgarar hava javnbjóðis møguleika at vera við í lutakastinum eitt grundstykki á bíðilistanum yvir útstykkingar. Heilsu- og Innlendismálaráið metir tí ikki, at grundarlag er til at gera meira við málið.