Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast Birna Abrahamsen, KT-verkætlanarleiðari hjá Tórshavnar kommunu, Hans Jákup Langgaard, vinnukundastjóri hjá Føroya Tele, Ingunn Eiriksdóttir, fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og teir tríggir Kristian Reinert Davidsen, samtaksstjóri hjá Føroya Tele, og Jens Petur Bærentsen og Levi Tróndarsson Nybo, vinnukundaráðgevar hjá Føroya Tele.

Tórshavnar kommuna gjørt nýggjan sáttmála við Føroya Tele

Tórshavnar kommuna hevur bjóðað fartelefoni, fastnetið og vekslaraloysnir o.a. út, og tilboð komu inn frá báðum veitarunum. Føroya Tele vann útboðið, sum inniber, at TK hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við møguleika at leingja í eitt ár við Føroya Tele viðvíkjandi allari fartelefoni, fastneti og vekslaraloysnum hjá Tórshavnar Kommunu. 

Datahaldini, sum bussarnir brúka og allir borgarar brúka ókeypis, eru eisini við í avtaluni. Sáttmálin er galdandi frá 1. Juni 2015. Talan er um ein sáttmála, ið er galdandi fyri alla kommununa.

Mett verður, at talan er um eina góða og framtíðartryggjaða avtalu, bæði, tá ið talan er um dygd, tænastu og prís. Av týdningi fyri vali av veitara var prísur, tænastur og hagtøl, nakrar tøkniligar skipanir, sum fara at betra tænastuna fyri borgaran, og at telefonskipanin lýkur øll nútímans krøv.

Avtalan varð undirskrivað í fundarhølunum hjá borgarstjóranum í dag.