Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna hevur higartil fingið yvir 100 fráboðanir um rottu í 2017

Lýggir vetrar tey seinastu trý árini og betri livikor, hava virkað til at rottustovnurin er øktur nógv seinastu árini.

Tórshavnar kommuna hevur ein aktingarmann í starvi. Harumframt hevur Tórshavnar kommuna umboð í Kirkjubø, Velbastað og Kollafirði sum arbeiða við rottutýning.

Rotta verður kynsbúgvin eftir bara 5 vikum og leggur 7-14 ungar, so eftir bert 10 vikum kann stovnurin 15 faldast!

Ein stórur partur av rottu týningararbeiðinum er tó kunning til borgaran um, hvussu rottu stovnurin kann haldast niðri.

Tískil hevur Tórshavnar kommuna latið gera stuttan lýsingarfilm og hevur dagført rottufaldaran.

Filmurin kann síggjast á Facebook síðuni hjá Tórshavnar kommunu og á youtube. Faldarin liggur á torshavn.fo Um tú sært rottu, so ring til Snarskivuna 302010 ella send ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Latið okkum hjálpast at, at týna rottuna.