Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna mennir vælferðina

Tórshavnar kommuna heldur fram eftir sama góða leisti í komandi ári. Fjølbroyttu tænasturnar verða bygdar út, og hildið verður fast við lækkingina í skattaprosentinum, sum varð framd í 2013. Fíggjarliga er kommunan væl fyri.

Fíggjarætlanin fyri 2015 varð løgd fram á býráðsfundi í kvøld. Semja er um at vísa búskaparliga ábyrgd og samstundis raðfesta trivnaðin hjá familjum og einstaka borgaranum í kommununi.

Borgarar í Tórshavnar kommunu rinda 20,25 prosent í kommunuskatti komandi árið, og barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 kr. um árið.

Settar eru av 224 mió. kr. til íløgur. Rakstrarútreiðslurnar eru settar at verða 487 mió. kr. umframt 152 mió. kr. í sambandi við, at kommunan yvirtekur eldraøkið.

Fokus á vinnulívið

Vinnulívið er drívmegin í samfelagnum. Gott og tætt samstarv millum vinnu og kommunu er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði. Tórshavnar kommuna ynskir áhaldandi at betra um vinnuligu karmarnar, at menna nýggjar vinnur og geva verandi vinnum góð vakstrarlíkindi. Kommunan vil, at høvuðsstaðurin er fremst á hesum øki. Og tí hevur Tórshavnar kommuna seks fokusøki innan vinnulív. Hesi øki eru í fokus: Sjóvinnan, útbúgving og gransking, íverksetan, mentanar- og býarlív, ferðavinnan og skjótar og góðar tænastur til vinnuna í síni heild.

Á vinnuøkinum hevur Tórshavnar kommuna stórar og neyðugar ætlanir. Kommunan setir neyvt fokus á vinnulívið komandi árini. Tórshavnar havn verður bygd út. Sjóvinnuhúsið á Vestaru Vág verður innrættað, og er peningur settur av til hetta.

Inntøkumetingar fyri 2015

Kommunuskatturin í 2015 er mettur at vera 642 mió. kr., og tað er ein hækking upp á 3,7 prosent. Inntøkumetingin byggir á eina framskriving av persónskattinum fyrstu 8 mánaðirnar í 2014.

Afturberingin í sambandi við yvirtøkuna av tænastum til aldrandi borgarar er mett at vera 152 mió. kr. í 2015. Hetta er tó ikki endaliga samtykt í løgtinginum.

Partafelagsskatturin er mettur at vera 18 mió. kr., sum er sama upphædd sum í 2014.

Skúlaøkið

Nú verður av álvara farið undir at fyrireika stóran nýggjan skúla í vesturbýnum. Eftir ætlan kunnu fyrstu børnini og lærararnir trína inn í ein stásiligan Vesturskúla um nøkur ár. Ferð verður sett á arbeiðið í 2016. Byggingin verður ætlandi fíggjað við láni. Tá Vesturskúlin er liðugur, verður Hoyvíkar skúli raðfestur. Tá hetta arbeiðið er komið at enda, eru allir skúlar í kommununi brynjaðir til nútímans undirvísing.

Frítíðartilboðið til næmingar í 3. flokki heldur fram í 2015.

Stórar íløgur í vegakervið

Arbeiðið at gera brúnna tvørtur um Sandá, millum Argir og Velbastaðvegin, er av álvara byrjað. Brúgvin um Sandá verður eftir ætlan liðug á ólavsøku 2015. Vegakervið fram til brúnna er longu væl áleiðis.

Arbeiðið at dagføra vegakervið og spillvatnskipanina heldur fram í 2015.

Mentanin skal verða ment

At styðja undir eitt fjølbroytt mentanarlív er týðandi uppgáva hjá Tórshavnar kommunu. Mentanin skapar trivnað og ríkar okkum gerandisdagin. Nýggj staðseting er funnin til musikkskúlan. Arbeiðið at fyrireika nýggjan musikkskúla heldur fram, og eru 20 mió. kr. settar av til endamálið.

Reinsaríið hevur seinastu árini fingið játtað pening. Arbeiðið er liðugt og stásiliga spælistaðið tikið í nýtslu.

Eldraøkið

Tórshavnar kommuna hevur raðfest góðar karmar til aldrandi borgarar seinastu árini. Stórar íløgur eru gjørdar á hesum øki. Seinasta verkætlanin var Boðanesheimið.

Kommunan tekur yvir eldraøkið frá landinum 1. januar 2015. Hetta er ein stór uppgáva, sum í sjálvum sær eisini ávirkar fíggjarætlanina mest. Tórshavnar kommuna hevur í longri tí arbeitt við bygnaði, tænastum og øðrum í sambandi við yvirtøkuna. Yvirtøkan er ein spennandi avbjóðing, sum kommunan arbeiðir miðvíst við at loysa til fulnar.

Trivnaður fyri øll

Settar eru 10 mió. kr. av til Vesturskúlan, 55 mió. kr. eru settar av til brúnna um Sandá og 20 mió. kr. eru settar av til nýggjan musikkskúla. Arbeiðið við Tórsvølli heldur fram og peningur er settur av til at byggja høllina í Gundadali út saman við øðrum ætlanum á ítróttarøkinum.

Tórshavnar kommunan ynskir at geva ungum í aldrinum 14-18 ár betri umstøður soleiðis, at hesin aldursbólkur hevur nógv spennandi tilboð í býnum. Tí verða játtaðar 500.000 kr. til serlig ungdómstiltøk í miðbýnum ætlað ungum í aldrinum 14-18 ár.

Bussleiðin verður framhaldandi ókeypis. Hetta er ein grøn loysn og sosialt vælvirkandi skipan, sum nógvir borgarar virðismeta.

Kommunan nøktar í dag allan tørvin á dagstovnaøkinum. Hetta er eitt kjarnuøki hjá Tórshavnar kommunu. Øll foreldur fáa børn teirra á dagstovn, ynskja tey tað. Settar eru 5. mió. kr. av, afturat verandi upphædd, til at umvæla Birkilund soleiðis, at foreldur aftur kunnu lata børn teirra inn á stovnin. Upphædd er eisini tøk til dagstovnin í Kollafirði.

Kommunan veksur

Fólkavøkstur hevur alt at siga fyri Tórshavnar kommunu. Kommunan hevur leingi víst á, at ein sterkur miðstaður er ein fortreyt fyri fólkavøkstri, tí fólk kring allan heim søkja móti miðstøðum. Føroyar eru einki undantak. Tí fegnast kommunan um, at fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksið við meira enn einum prosenti seinasta árið. Vit eru 250 fleiri íbúgvar í kommununi sammett við fyri einum ári síðan. Fleiri fólk flyta í kommununa enn úr kommununi. Tað er gott og neyðugt. Men kommunan veit samstundis, at meira skal verða gjørt fyri at fáa fólk at trívast og fyri at fáa enn fleiri fólk at flyta í kommununa komandi árini.

Íbúðarmarknaðurin er eitt týðandi øki, tí fer kommunan undir fleiri nýggjar útstykkingarætlanir. Eisini samstarva Tórshavnar kommuna og Bústaðir um fleiri verkætlanir fyri at fáa til vega bíligar leiguíbúðir.

Fyri at skapa grundarlag fyri enn meira framgongd, verður skattaprosentið lækkað í fíggjarætlanini fyri 2016.

Tórshavn 27. november 2014

Heðin Mortensen

borgarstjóri