Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna setir met

Ongantíð hava so nógv fólk búð í Tórshavnar kommunu. Seinasta árið er kommunan vaksin við út við 300 íbúgvum, og nú búgva 42 prosent av landsins íbúgvum í høvuðsstaðarkommununi – og tað er fyrstu ferð, tað er hent. 

Góða gongdin í samfelagnum sæst eisini aftur í stóra eftirspurningin eftir bústøðum í Tórshavnar kommunu. Bæði í 2011 og árið eftir minkaði fólkatalið í Tórshavnar kommunu, men í 2013 bragdaði, og síðani eru vit vorðin oman fyri 1.250 fleiri fólk í kommununi. Eisini aðrastaðni í landinum gongur væl, og allir føroyingar kunnu fegnast um, at seinastu trý árini eru munandi fleiri fólk flutt til Føroya enn av landinum. Stóri vøksturin hevur við sær avbjóðingar.

- Tað er umráðandi, at vit bæði útvega grundøki, og at vit fáa fjøltáttað bústaðarmynstrið í kommununi. Í næstum fara vit at bjóða 48 nýggj grundøki aftrat út við Klingurstjørn umframt, at stykkjað verður út til áleið 70 búeindir í Hoyvík. Lutakast verður í morgin millum tey, sum vilja hava grundøki á Hamrabøi í Kollafirði, har vegur er gjørdur til 22 grundøki, og í Nólsoy eru eisini 5 grundøki á veg. Við Karlamagnusarbreyt eru eisini lunnar lagdir undir fleiri privatar íbúðarverkætlanir, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Evnisdagur um bústaðarmarknaðin 
Til tess at seta ferð á stóra eftirspurningin eftir onkrum at búgva í, hevur Tórshavnar kommuna boðið byggifeløgum, eftirlønargrunnum og peningastovnum, landinum og øðrum myndugleikum til evnisdag, har átrokandi tørvurin á bústøðum verður viðgjørdur. 

- Tørvurin á bústøðum er millum stóru avbjóðingarnar í løtuni. Tað er gleðiligt, at so nógv vilja búgva í høvuðsstaðnum, og tí taka vit nú stig til at savna teir partar, sum í felag kunnu lyfta uppgávuna at útvega fleiri leigubústaðir, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. 

Um fáar vikur kunnu nógv spent lesandi flyta inn í lestraríbúðirnar í fyrrverandi kommunuskúlanum, tá ið 37 lestraríbúðir eru lidnar. Privatir hava eisini tikið stig til leiguíbúðir, so nógv er á veg. Men eftirspurningurin er størri enn útboðið í løtuni. 

Allir partar seta seg niður
Á evnisdegnum, sum verður hildin mikudagin 27. september, fara byggifeløg, eftirlønargrunnar og peningastovnar saman við øðrum í felag at umrøða, hvørji stig eru røtt at taka, so fleiri leigubústaðir verða bygdir. Ítøkilig uppskot fara at koma undan kavi á fundinum, sum skulu seta ferð á arbeiðið at byggja fleiri leigubústaðir í Tórshavnar kommunu. 

At tørvurin á bústøðum er stórur og fer at vera stórur í Tórshavnar kommunu í framtíðini sæst aftur á mongum økjum – millum annað hava munandi fleiri foreldur søkt um dagstovn til børnini seinasta árið enn árið frammanundan. Síðani 13. september í fjør og til í dag 13. september 2017 eru komnar 447 umsóknir umvegis sjálvgreiðsluna hjá Tórshavnar kommunu. Fyri sama tíðarskeið eitt ár frammanundan komu 367 umsóknir til dagstovn.

Viðheft eru nøkur lyklatøl fyri Tórshavnar kommunu.