Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna stuðlar mótmælinum um avloysaraskip

Tað er avgjørt rímiligt at krevja, at Strandfaraskip Landsins fær hægri raðfesting nú, at ein “ferjuætlan” verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins, og at eitt líkinda avloysaraskip verður útvegað, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum.

Hetta eru krøvini frá mótmælisgonguni út í Tinganes í dag, sum eisini verða stuðlað av útoyggjafelagnum, sum í áravís hevur kravt, at ferðasambandið til oyggjarnar skal vera so mikið gott, at tað stuðlar uppundir búseting í bygdunum.

Farleiðin út í Hest er so niðurraðfest nú, at fyri fleiri, sum hava hug til tess, er ikki livandi í oynni. Verður onki gjørt liggur oyggin skjótt manntóm. Ternan er lívæðrin hjá nólsoyingum, men alt ov ofta kemur fyri, at skipið fer í sigling aðrastaðni, ella at ferðaætlanin ikki verður hildin. At nólsoyingar hava so óálítandi ferðasamband millum heimbygdina og Havnina, kann Tórshavnar kommuna ikki góðtaka.

Nólsoyingar eru glaðir fyri Ternuna, men tíverri hendir tað ov ofta, at hon er avloysaraskip, og so verða onnur ov lítil og óegnað skip sett í sigling. Harumframt mugu avloysaraskipini eisini avlýsa túrar vegna veður, sum Ternan ikki hevði avlýst. Tað er greitt, at hetta er ikki ein haldbar støða.

Tórshavnar kommuna vil, at familjur trívast bæði í býi, bygdum og oyggjum í kommununi. Vit vita, at álítandi ferðasamband er avgerandi fyri, at fólk vera verandi í oyggjunum, og at nýtt fólk flytur í oyggjarnar.

Vit hava tí eisini fult forstáilsi fyri trupulleikunum hjá útoyggjunum sum heild. Skulu vit varðveita mentanarliga fjølbroytnið í øllum Føroyum, mugu landsmyndugleikarnir sýna størri virðing fyri øllum farleiðum, har sjógvur skilir oyggjarnar.

Eg fari tí at heita á avvarðandi myndugleikar um, at Strandfaraskip Landsins finnur eitt annað avloysaraskip beinanvegin, soleiðis at øll fáa ta sjálvsøgdu tænastu, at tey kunnu líta á ferðaætlanina og soleiðis sleppa til arbeiðis, í skúla, kunnu heinta børnini á dagstovni eftir arbeiðstíð og annars gera øll onnur daglig ørindi.

Annika Olsen
Borgarstjóri