Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TÓRSHAVNAR KOMMUNA: VIRKIN og VAKIN!

MEN!  “SIG MÆR PASSAR TAД ?

Soleiðis marknaðarførir høvuðsstaðarkommunan seg.  Kanska er tað ikki heilt av leið, tí kommunan er sanniliga virkin á onkrum økjum. Men vakin? Nei als ikki!

Kommunan er virkin á onkrum økjum. Eitt nú í at spæla ognarspekulantur, bæði í miðbýnum og á Vestaru bryggju. Eisini í at brúka eina hálva miljard til at minka um fjørðin og samstundis oyðileggja plinkar hjá havnarfólki. Fyri ikki at tala um ferðslu og óljóð.

Á Hvítanesi hevur kommunan steinsovið meðan eitt privat PF oyðilegði framtíðarvøksturin í bygdini.

Í Sandvíkum hevur kommunan brúkt eini 10 miljónir til at oyðileggja tað deiliga øki til frama fyri okkurt smávegis “blikkmerki”, ikki í OL, men í “Islands Game” Góður blikkprísur kann sigast.

Á Sundi eru og verða framdar kostnaðarmiklar íløgur og oyðilegging.

Kaldbaksfjørður er enntá vorðin ein “alikloakk” síðani TK fekk ábyrgdina.

NÝGGJ KÓS!
Uprunaætlanin við kommununum var at halda nærøki í góðum standi. Her vóru tað mest vegir, gøtur, lending, skúli og lærari sum kostaðu.

Ikki var loyvt at taka meiri inn í skatti frá borgarum enn útreiðslurnar vóru. Nú verður so nógv tikið inn í skatti at TK kann spæla “matador” fyri pening okkara!

Seinastu mannagongdirnar hjá TK eru álvarsligar. Eitt nú viðvíkjandi at halda Gamla Veg í Hoyvík.  Marin í Hoyvík lat Gamla Veg gera onkuntíð í nítjandu øld. Tað er sjálvandi eitt “óseksut” pinkumál hjá teimum sum ávísa miljónir dagliga. Men mong fólk verða rakt av nýggju kósini. Og hetta er galdandi allastaðni í øllum málum.

Nýggja kósin snýr seg um at øll smámál verða vend í hurðini við nýggja “høvuðsmantraði” T.K`s.

Tað er: Hatta kemur undir privat tí TK eigur ikki undirlendið! 

Tá vit vóru í Uttanbíggja Kommunu var hatta so komunalt sum nakað kann verða. Tann kommunan hevði sjálvandi lítið av pengum í mun til TK.  Men tá var ordan í. Nú er alt privat uttan tað at oyðsla við peningi borgarans. Tað klárar “Ovasta Sovjettin” í Meinigheitshúsinum flott!
Eg havi varhugan av at kommunan hevur sent ein hóp av fólki frá næst ovastu rók, á okkurt sera dýrt juppaskeið. Kanska á Malta, har hava tey jú syrgiligar royndir í at handfara tey sum eru ímóti gongdini.

Høvuðslæran, sum tey fingu heim við sær var í “ The american style” har almennir myndugleikar skullu koyra eins og ein ódámlig privatfyritøka, og høvuðsmantraði gjørdist:  Hatta er privat!

Guð viti hvat hatta skeiði hevur kosta kommununi, men tað hevur í stóran mun spart smápengar og minkað um trivnaðin hjá skattaborgarum.

FRAMTÍÐIN!
Sigast kann at tað var eitt lemjandi mistak hjá Kaldbak, Hoyvík, Hvítanesi, Sundi, Kaldbaksbotni og eisini øðrum at leggja seg undir TK.

Tí eiga vit at hugsa um at fáa komunalt frælsi aftur, tí tað at vera koloni hjá TK hevur verið ein syrgilig og vánalig uppliving við oyðilegging. Og tað fer helst eisini at verða ein keðilig og døpur framtíð okkum í “hjálondunum” býðst. At TK batnar er sjálvandi ongin vón um.
   
Hanus Vang            

 ES:  Undiryvirskrivtin er “lánt” frá Gunleivi Thomsen í Fuglafirði.