Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tørvur á eini greiðari leið til sigur í ungdómsútbúgvingini, sigur Dansk Industri

Villleiðing heldur enn verulig vegleiðing er ofta orsøkin til, at tað endar galið hjá alt ov nógvum næmingum í mun til at koma í gongd við røttu ungdómsútbúgvingina. Tað er ov stórt fokus á gymnasialu útbúgvingarnar, og tað gongur út yvir yrkisútbúgvingarnar. Tað er semja um hetta bæði hjá DI og millum lærlingarnar. Fríggjadagin í farnu viku skipaðu Dansk Industri og lærlingafeløg í Danmark fyri ráðstevnuni “Flere sejre og færre nederlag i ungdomsuddannelserne”. Ein av niðurstøðunum var, at tað er neyðugt at fokusera meira á einstaka næmingin og ikki bert á yvirskipaða málið um, at 95% av øllum ungum skulu hava eina ungdómsútbúgving.

Tað er tørvur á at geva næmingunum eitt útbúgvingartilboð, sum hin einkulti kann brúka til nakað. Tað snýr seg um at gera eina skipan, sum tekur støði í einstaka næminginum, og ikki seta sjálvstýrarin til við fyrisitingarligum reglum um, at 95% av øllum ungum skulu hava eina ungdómsútbúgving. Tí annars er vandin fyri, at ov nógvir næmingar uppliva ósigrar orsakað av fráfalli, umvali og ósikkurheit, staðfesti formaðurin fyri Danske Skoleelever, Vera Rosenbeck.

Stjórin í DI, Karsten Dybvad, kendi til henda trupulleikan. Fyri nógv er tað at skulu byrja av nýggjum ein ósigur. Og slíkir ósigrar eru neyvan vegurin til succes, segði hann við áhoyrararnar á ráðstevnuni.** Hann vísti á, at felags fyri tey ungu, sum taka umvegir, er, at fleiri teirra uppliva at vera endað á skeivari hyll – onkuntíð fleiri ferðir. Og nógv ung uppliva eisini at byrja eina útbúgving, sum tey ikki eru nóg væl fyrireikaði til.

Í veruleikanum snýr tað seg um sætta hvønn unga, sum ongantíð fær eina útbúgving, sum gevur atgongd til eitt starv. Og tann bólkurin av ungum hevur í meðal roynt at gjøgnumføra eina ungdómsútbúgving hálvatriðju ferð. Og tey hava til fánýtis brúkt umleið tvey ár í útbúgvingarskipanini.

Trupulleikin er, at tey ikki hava eitt rættuligt grundarlag at velja útfrá, vóru boðini frá Veru Rosenbeck. Hon kundi hugsað sær at bygt brýr, og at arbeiðsmarknaðurin varð ein størri partur av hesum, soleiðis at tann einstaki næmingurin fær betur yvirlit yvir møguleikar og evni. Tað er heldur ikki nokk við eini ungdómsútbúgving. Tað skal jú helst vera ein, sum kann brúkast til okkurt, staðfesti Vera Rosenbeck, skrivar Vinnuhúsið.