Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tørvur á styrktum fosturheimum

Vit hava tørv á styrktum fosturheimum og ikki barnaheimum. Gransking, bæði í Danmark og aðrastaðni vísir, at børn og ung, ið verða sett á stovn, ofta trívast verri sálarliga.

Rúna Sivertsen 
Sosialráðgevi

Nú tosað verður um at byggja barnaheimið út, mugu vit hyggja at royndunum aðrastaðni. Gransking vísir týðiliga, at stovnar fyri børn eru ikki besta loysnin. 

Tað, sum tørvur er á eru styrkt fosturheim, har tey somu fólkini eru rundaum børnini alla tíðina. Bestu úrstlitini síggjast, har børn hava verið sett til fosturs hjá fólki, sum tey eru í familju við.  

Síðani nýggja barnaverndarlógin kom í gildi, havi eg arbeitt innan barnavernd, bæði sum málsviðgeri og nevndarlimur. Mínar royndir eru, at úrslitini av kanningum er rættar. Barnaheim eru ikki besta loysnin!

Í heilt serligum førum eru tørvur á stovnsplássi, men akutti tørvurin í Føroyum í løtuni er styrkt fosturheim.

Eg fari inniliga at heita á Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, og øll tey, ið skulu taka avgerð í hesum máli um at kanna hvat gransking á økinum sigur og geva børnunum tilboð, sum eru best fyri tey. 

Um vit hyggja at kørmunum innan stovnsøkið sum heild, so síggja vit, at tað eru ikki karmarnir, men umsorganarpersónarnir, sum gera munin. 

Latið okkum tí ikki blíva við at lata okkum blinda av ynskinum um meira pening og fínari karmar, men seta í verk tiltøk, sum eru vísindaliga prógvað at hjálpa.