Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

T.O.S. (Tollarar & syndarar)

- er sanniliga serligur “varieté” rock/poppur við sterkum boðskapi!

Tá eg setti at lurta eftir hesi seinastu fløguni “Tíð & Ævinleiki,” var eg í støðuni, at eg ikki kendi meg føran fyri at viðgera hana.

Hetta er rættiliga sermerktur tónleikur og ymsastaðni verður ein førdur inn til ein sokallaðan kabarettleik, har ein fær hesa kensluna av “varieté” og at tað skal takast støða til ymsar andaligar spurningar.

Hetta er avgjørt ikki meint í neiligari merking, men eri eg rættiliga sannførdur um, at tað ivaleyst eisini er endamálið hjá bólkinum.

Tað hoyrist allan vegin ígjøgnum útgávuna, at ynski er um, at vit seta okkum at grunda á okkara lívsførslu og minnast tey grundleggjandi virðini, vit eiga at hava við okkum.

Eg haldi, at hetta sanniliga kann kallast eksperimenterandi tónleikur, sum fær okkum at koma í ein serligan stemning, tí eitt er at fáa boðskapin út, men her hava tey í T.O.S. valt ein meira lættan og ikki so fordømandi stíl.

At tey hava hava givið útgávuni heitið “Tíð & Ævinleiki” sigur okkum eisini, at tað er júst endamálið við útgávuni at bera hetta fram á henda hátt.

Fyri at koma til sjálvan tónleikin, er her aftur ein dygd, sum eg bara havi hoyrt hesi seinastu fáu árini.

Her eru aftur nakrir av okkara fremstu tónleikarum settir saman og hava fingið hetta frálíka úrslitið lagt úr hondum.

Óli Poulsen og Niclas Johannesen hava aftur her lagt stóran dent á góðan kvalitet og taktfastan dygdartónleik – flott!

Eitt sindur sermerkt er tað, at Hebron í Leirvík er valt til upptøkuhøli, men sigur so eisini nakað um, at vit tøkniliga eru komin so nógv longri á leiðini.

Tað er eisini sermerkt at vald eru serlig ljóðføri – eitt nú grýtulok – sum fær ein aftur á hetta við “varieté” dáminum.

Mær dámar alla fløguna, men dámar mær serliga lagið “Klettar og Berg,” sum er sera væl frágingið.

Avgjørt ein fløga á sera høgum støði!

Fríðálvur A. Jensen