Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tráðleyst net í føroyskar leigubilar

Nú verður møguligt at fara á alnetið í bilinum. Tað er 62°N og Vodafone, ið hava gjørt samstarvsavtalu um at bjóða tráðleyst net í føroyskum leigubilum. 

- Seinastu árini hava vit sæð stóra framgognd í ferðavinnuni, og tørvurin hjá ferðafólki at vera online hevur ongantíð verið so stórur sum í dag, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N.

Við góðum netsambandi í bilinum kunnu ferðafólk skjótt og lætt deila sínar upplivingar í Føroyum á Instagram, Snapchat og øðrum online miðlum. 

Hetta er eitt slóðbrótandi stig, bæði innan fjarskiftisøkið við brúk av sonevndari Carfi tøkni í bilum, og innan tænastustøði á bilaleigumarknaðinum.