Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Treholt til Føroya

Ein heimskendur norðmaður kemur í oktober á vitjan í Føroyum. Talan er um fyrrverandi norska politikaran, diplomatin og journalistin, Arne Treholt, sum í 1984 varð tikin og seinni dømdur 20 ára fongsulsrevsing fyri at hava njósnast fyri Sovjet og Irak

Tey, sum minnast aftur í áttatiárini, kennast uttan iva við navnið, Arne Treholt, sum loypti hvøkk á meginpartin av Vesturheiminum, og ikki minst norðmenn, tá hann varð handtikin av norsku løgregluni og skuldsettur fyri njósning til frama fyri Sovjetsamveldið og Irak.

Arne Treholt, sum seinnu árini hevur búð á Kypros, verður at síggja og hoyra í Norðurlandahúsinum sunnudagin 23. oktober, har hann fer at greiða frá, hvussu hann upplivdi tíðina, tá øll heimsins eygu vendu ímóti honum.

Hvat var tað, sum fekk tann hátt virda og væl umtókta Treholt at arbeiða fyri fíggindaliga sinnaði lond? Kendi hann seg sekan ella ósekan? Hvussu var rættargongdin, sum funnist hevur verið at ikki gekk nóg rættvíst fyri seg? Hvussu kendist tað at fáa 20 ára fongulsrevsing? Hvussu var tíðin í fongslinum? Hvussu hevur hann fótað í tíðini aftaná, og angrar hann nakað, sum hann hevur gjørt?

Hesar og nógvar aðrar spurningar fara tey sum koma í Norðurlandahúsið sunnudagin 23. oktober at hoyra nærri um, tá Kári Mikkelsen, journalistur, fer at seta Arne Treholt spurningar um leiklut og lív hansara sum njósnari.

Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum og á nlh.fo.