Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trek og seinfør rættarskipan

Føroya Fiskimannafelag hevur mist tolið við Føroya Rætti. Banal mál liggja í rættarskipanini í áravís, tí skipanin loyvir pørtum at fáa tey í drag.

Eftir: Ingolf S. Olsen:

Eitt púra banalt mál millum eina skipsmanning og eitt reiðarí, har tað er próvfast, at reiðaríið ikki hevur avroknað eina last sambært vektarseðlinum, hevur ligið í føroysku rættarskipanini í skjótt tvey ár – síðani 29. juni 2012.

Málið er bert eitt dømi um mál, sum tó at tey eru ókompliserað, liggja í rættarskipanini í áravís. Í einum øðrum máli viðvíkjandi sama reiðaríi tók tað hálvt annað ár at koma til ta niðurstøðu, at ein maður varð koyrdur í land av órøttum. Í hesum málinum var at kalla onki skjalatilfar, ið skuldi fáast til vega og tískil hevði kunnað seinkað viðgerðini, tí málið snúið seg bert um at fáa eina rættarliga meting av, hvør hevði setanarmyndugleikan umborð – reiðarin ella skiparin – og hvørt maðurin, sum misti kjansin, hevði hildið sína avtalu um at vera tøkur til eina ávísa tíð.

- Hetta kann yvirhøvur ikki góðtakast, tí slík mál drena felagið fyri arbeiðsorku, og kosta okkum av tí sama eina rúgvu av pengum. Vit skulu jú brúka nógva tíð og orku upp á at svara óneyðugum spurningum frá advokatum. Og vit skulu eisini brúka nógva orku upp á okkara limir, sum eru í klemmu í slíkum málum, tí teir ganga sjálvsagt á okkum at fáa eina avgerð og fáa okkurt at vita um, hvat gongur fyri seg. Tað skulu teir eisini gera, tí vit eru til fyri teir, men seinførið í rættarskipanini ger, at vit ikki fáa brúkt nóg nógva orku upp á onnur eins átrokandi mál, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Hann heldur eina orsøk til seinførið vera, at advokatar ov ofta sleppa at draga rættarviðgerðirnar út, uttan at dómararnir seta hælarnar út.

- Vit uppliva, at teir blíva við at biðja um útseting, tí hetta og hatta skjalið skal fáast til vega. Skjøl, sum vit ofta hava og kundu givið teimum. Ella teir gera sær dælt av, stutt undan at málið skal viðgerast, at skifta advokat. So gongur jú aftur rúm tíð við tí, sigur Jan Højgaard.

- Eitt er, at vit skulu brúka orku, tíð og pengar upp á mál, sum óneyðugt koma í drag, men tað særir eisini mína rættarkenslu, at menn skulu ganga í árvís og ikki vita um teir keyptir ella seldir í rættarskipanini. Hetta eru menniskju av kjøti og blóði, og teir eru undir stórum sálarligum trýsti í langu bíðitíðini, leggur hann dent á.