Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Treytirnar fyri fíggjarligum fríplássi verða nú broyttar

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, og Kommunufelagið, eru vorðin samd um at broyta treytirnar fyri fíggjarligum fríplássi á barnaansingarøkinum.

Við broytingini fer tað nú at loysa seg betri hjá foreldrum at fáa eina hægri inntøku, uttan at tey verða revsaði við at missa fíggjarliga fríplássið heilt ella partvís.

Verandi skipan hevur í ávísum førum havt við sær, at fólk við lágari inntøku kunnu koma út fyri, at tøka inntøkan lækkar, hóast skattskylduga inntøkan hækkar. Hetta kemst av, at tey missa rættin til frípláss, tá inntøkan hækkar.

Tí kunnu tey vera í eini støðu við lágari inntøku, sum tey ikki sjálvi kunnu koma burturúr, tí hóast tey eitt nú taka eina eyka vakt ella skifta til eitt betri lønt starv, fáa tey ikki betri fíggjarlig kor.

Taka vit til dømis støðuna hjá einum støkum uppihaldara við tveimum børnum í dagstovnaaldri, har skattskylduga inntøkan hækkar úr 20.000 upp í 25.000 kr. um mánaðin, so lækkar tøka inntøkan við uml. 400 kr. um mánaðin. Við øðrum orðum kann verandi skipan við fríplássum vera við til at halda støkum uppihaldarum læstum í eini láglønarstøðu.

Hetta verður nú broytt, soleiðis at ovara markið fyri, nær rætturin til frípláss fellur burtur, hækkar upp í umleið 330.000 kr. frá 1. august 2015 at rokna. Partarnir eru somuleiðis samdir um at kanna møguleikarnar fyri, um markið kann hækkast eftir trimum árum upp til umleið 400.000 kr.

Annika Olsen, landsstýriskvinna fegnast um at Kommunufelagið og Almannamálaráðið eru samd um at fremja hesa broyting í felag.

“At broyta treytirnar fyri fíggjarligum fríplássi er jú eisini eitt átak, sum er nevnt bæði í álitinum um fátækramark og um fólkavøkstur, tí verandi skipan hevur verið við til at læsa láglønt í hesi støðu. Tí gleðist eg um, at vit nú eru samd um at fremja hesa broyting teimum lágløntu at frama,” sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Heðin Mortensen er samdur: “Samfelagsbúskaparliga kunna vit ikki hava eina skipan, har tú nærum missir pening við at arbeiða meira. Í øðrum lagi vilja kommunurnar sjálvsagt eisini vera við til at lætta um hjá teimum, sum eru ringast fyri. Men tað er umráðandi at fáa fíggjarligu avleiðingarnar av broytingunum útgreinaðar, tí tað er eingin ivi um, at hetta rakar kommunurnar ymiskt og tað eru kommunurnar, sum burturav bera útreiðslurnar av hesum broytingum.” 

Samstundis sum henda broyting verður framd, eru Almannamálaráðið og Kommunufelagið samd um at endurskoða skipanina við fíggjarligum fríplássi.

Arbeiðsbólkurin, sum skal gera hetta arbeiðið, verður settur alt fyri eitt.

Broytingin í kunngerðini um fíggjarligt frípláss verður lýst nú og fær gildi 1. august 2015.