Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tríggir merkismenn á frímerkjum

Í dag gevur Posta út fýra nýggjar frímerkjaútgávur: jólaevangeliið 2 og so tríggjar útgávur, sum heiðra føroyingar, ið hava luttikið í ovurstórum søguligum hendingum úti í heimi. Av ókendum orsøkum hava hesir merkismenn ikki verið serliga kendir í heimlandinum fyri síni avrik.

Fyrri heimsbardagi

Í ár eru liðin 100 ár síðani fyrri heimsbardagi brast á. Úr Norðuratlantshavi kundu føroyingar bara við vaksandi bilsni eygleiða, hvussu hesin ógvusligi leikur breiddi seg og førdi so miklan skaða og neyð við sær.

Tey fýra frímerkini í arkinum lýsa stríðið mikla við at leggja dent á:

- avleiðingarnar, m.a. trot á matvørum og tómar oljugoymslur

- lagnudagin, tann 23. mai 1917, tá ein kavbátur søkti átta føroysk fiskifør

- hermannin, Christian Ludwig Petersen úr Kaldbak, sum var ein av fáum føroyingum ið beinleiðis luttóku í krígnum.

Dollin

Daniel Jacob Danielsen, vanliga róptur Dollin, var mest kendur fyri sítt virki sum prædikumaður og trúboðari í Føroyum beint eftir fyrra aldamótið.

Men tað var ikki innan bøgarðarnar at Danielsen setti sínar týdningarmestu slóðir. Tá Óli Jacobsen kannaði tíðarskeiðið, tá Dollin virkaði sum trúboðari í Congo, kom ein sera undrunarverd søga undan kavi, ið lýsir leiklut hansara í hendingum ið broyttu heimssøguna

70 ár síðan D-dagin

6. juni í ár vóru 70 ár liðin síðan D-dagin. Dagurin tá Operation Overlord, innrásin hjá teimum sameindu, varð sett í verk.

Fleiri føroyingar luttóku í hesum torskilda og vandamikla vásanum. Vit hava valt at lýsa ein av teimum, kapteynin Vilhelm Reinert-Joensen (1891-1949). Hann var skipsførari hjá amerikanska herinum, tá annar heimsbardagi brast á og førdi fleiri av størstu troppaflutningsskipunum hjá amerikanarum.

Anker Eli Petersen hevur lagt hesar tríggjar útgávurnar til rættis.

Jólaevangeliið 2

Hetta er onnur útgáva í røðini um jólaevangeliið, sum Edward Fuglø hevur teknað.

Eins og á báðum teimum fyrru frímerkjunum í jólarøðini eydnast tað Edwardi Fuglø avbera væl at mynda í smálutum samskiftið millum ævinleikan og tíðina. Frá stjørnuljósinum koma einglarnir, og hagar upp hyggja hirðarnir. Soleiðis eru einglarnir súmbolska ímyndin av tí kosmiska samskiftinum millum Skaparan og menniskju – eitt samskifti í bøn og meditasjón á kosmisku alnótini, sum menniskju ikki kunnu vera fyri uttan, um vit skulu liva í samljóði við Skaparan og boðskapin um ”stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið.”

Les meira um nýggju frímerkini á www.stamps.fo