Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Systrarnar LINH, LIEU og LE saman við borgarstjóarnum Magnus Rasmussen í Løkshøll

TRÍGGJAR SYSTRAR VITJA

- bjargaðar undan vátari grøv

KL.19.00 í kvøld, sunnukvøldið 25. oktober, var stór løta í Løkshøll í Runavík, tá tríggjar Suður-Vietnamesiskar systrar vitjaðu. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Tær vóru ímillum tey mongu túsund flóttafólkini, vanliga rópt Bátaflóttar, sum flýggjaðu úr Saigon, tá heimland teirra varð yvirtikið av komunistunum á sumri 1975 og Amerikonsku hermenninir farnir úr landinum. Hetta útloysti ein streym av flóttafólki úr Suður-Vietnam, sum royndu at koma sær burtur sjóvegis við teirri vón at finna betri lagnu.

Millum flóttafólkini (Bátafólkini) var ein mamma, sum var vorðin einkja eitt ár frammanundan, og hennara sjey børn. Trý av hesum systkjum, systrarnar LE, LIEU og LINH hava valt at vitja í Rituvík í hesum døgum til tess at siga frá síni undurfullu bjargingarsøgu, sum heilt avgjørt hevur við Rituvík og Olsen-navnið at gera.

FLÝGGJA
Systurin LINH, sum hevði fyrilestur í Løkshøll í kvøld, greiðir frá, at mamman og hennara sjey børn fóru umborð á eitt farmaskip, sum lá í havnini í Saigon, saman við túsundavís øðrum flóttum. Hon sigur at fólkið var stúða saman, umborð á hesum millumstóra farmaskipi, sum sild í tunnu. Linh var 19 ára gomul tá, og systrarnar LE og LIEU vóru ávíkavist 9 og 4 ára gamlar.

Komin út á tað Suður-Kinesiska havið, millum Suður-Vietnam og Filipinurnar, kemur skipið í stórar trupuleikar, og umborð eru fleiri enn 3.000 flóttar, sum bæði eru svangir og tystir. LINH greiðir frá, at skiparin sendir út neyðarkall og biður um hjálp beinanvegin. 

LINH sigur, at tá tey sóu tað stóra bláa skipið, sum kom heilt tætt til neyðstadda skipið, vaknaði vónin hjá fólkinum, og tað vísti seg, at stóra bláa skipi gjørdist teirra undurfulla bjarging; og Linh sigur við einum brosi um andlitið, at skiparin kallaðist Anton Olsen. Hendan dagin bjargaði hann 3.628 neyðstøddum Suður-Vietnamesarum, og millum hesi vóru tær tríggjar systrarnar, LINH, LIEU og LE, sum í dag búgva í Danmark og hava fingið eitt eydnusamt lív sum danskir statsborgarar. Bjargingin fór fram 2. mai 1975.

40 ÁR LIÐIN
Tað eru í ár 40 ár síðani bjargingartilburðurin fór fram, og í hesum sambandi hevur Rituvíkar bygd reist eina standmynd til minnis um heimskenda bragdi hjá bygdamanninum Anton Olsen. Minnisvarðin varð avdúkaður kl.17.00 í dag, har tann eina av systrunum segði nøkur orð, hóast veðrið í dag als ikki var at líkna við Vietnamesiskt veður.

Tá avdúkingin var liðug varð farið í Løkshøll har hátíðarhaldið helt fram við drekkamuni, køkum, røðu, fyrilestri, myndaframsýning og eini filmupptøku fyri 40 árum síðani. Elsta systurin LINH hevði ein ógvuliga rørandi og áhugaverdan fyrilestur um støðuna áðrenn og aftaná bjargingina; og yngra systurin, LIEU, sum bert var 4 ára gomul tá, greiddi frá løtuni, sum hon minnist væl, tá hon og mamman fóru grulvandi eftir bjargingarnetinum, sum var spent millum skipini bæði. Varðaborgmeistarin Torbjørn Jacobsen hevði eitt sera áhugavert innlegg um kríggi í Vietnam og um Anton Olsen.

LINH hevur skrivað bók um syrgiligu lagnuna hjá familjuni, og hvussu lagna teirra vendist til lukku, tí ein skipari valdi at venda við, tá hann hoyrdi neyðarkallið. Bókin er nýliga komin út og var løgd fram í Løkshøll í kvøld, har fólk hevði høvið at ogna sær bókina og eisini at fáa rithøvundan at signera bókina. Bókin eitur REJSEN TIL FRIHED. 132 síður við nógvum dokumentariskum myndum. Bókin kostaði 149 krónur at keypa í Løkshøll í kvøld. Hon er væl egna sum jólagáva. 

Borgmeistarin Magnus Rasmussen var í Løkshøll. Undir drekkasteðginum tók hann sær høvi at heilsa upp á systrarnar, sum brosandi síggjast á myndini saman við borgmeistaranum. Tað var nógv fólk, sum møtti upp bæði til avdúkingina og til hátíðarhaldið í Løkshøll, hóat oysandi regn.