Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trivnaðarnevndin bøtti um forsorgarveitingarnar

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum:

Persónar sum fáa forsorgarveitin, kunnu nú fáa ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur. “Eg eri sera fegin um, at tað eydnaðist at fáa eina samda trivnaðarnevnd at taka undir við tveimum broytingaruppskotum, sum tryggja, at persónar sum fáa forsorgarveiting, kunnu fáa ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur, tá mett verður, at tað er neyðugt.”

Tað sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í løgtingsins trivnaðarnevnd. Rósa Samuelsen sipar við hesum til uppskotini um broyting í forsorgarlógini og broyting í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum løgtingið samtykti við 3. viðgerð í dag.

Tá lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk varð samtykt, vísti trivnaðarnevndin á, at summir móttakarar fóru at fáa eina inntøkulækking orsaka av broytingini. Tí gjørdi trivnaðarnevndin broytingar í uppskotunum, sum løgtingið samtykti í dag. “Við hesum broytingunum fer veitingin, í eini skiftisskipan, at svara til tað sum er nøktandi fyri eitt livistøði sum krevst, fyri at hava eitt virðiligt lív,” sigur Rósa Samuelsen.

Rósa Samuelsen roknar við, at tá skiftistíðin, um eitt hálvt ár, er farin, eru viðurskiftini komin uppá pláss hjá øllum bólkum, sum fáa forsorgarveitingar.