Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trivnaður, trivnaður, trivnaður - tað verður í heilum víst á, at trivnaðurin á arbeiðsplássinum kann vera við til at lyfta framleiðslu og góðsku, at økja um samstarvshugin og ikki minst at minka um strongd og sjúkrafráveru. 

Tí er tað upplagt at meira orka verður løgd í at bøta um trivnaðin á arbeiðsplássinum. Fyri námsfrøðiliga arbeiðsøkið er sjálvandi akkurát tað sama galdandi, sum fyri onnur arbeiðspláss. Neyðugt er ikki bert at hugsa um trivnaðin hjá teimum, ið námsfrøðingar og hjálparfólk skulu vera um, men eisini er neyðugt at hugsa um trivnaðin hjá starvsfólkunum. 

Ein kanning, sum Fegin gjørdi fyri Føroya Pedagogfelag í 2015, gav ábendingar um, at tey sum starvast á námsfrøðiliga økinum vóru meira strongd enn tann vanligi føroyingurin. Til spurningin “Hevur tú innanfyri teir seinastu 12 mánaðirnar verið sjúkrameldað/ur vegna strongd?”, svaraðu 7% ja, meðan ein Gallup kanning frá 2014 vísir, at bert 3% av øllum føroyingum svaraðu “ja” til sama spurning.

Tað eru sjálvandi fleiri orsøkir til strongd, men gera vit nakrar ábøtur, ber væl til at minka um hetta fyribrigdið - og um tað ber til at minka tølini frá 7% niður í 3%, hevði tað spart stovnum, bæði hjá landi og kommunum, fyri nógvar sjúkudagpengar, samstundis sum tænastustøðið og dygdin hevði hækkað.

Fleiri átøk eru, ið kunnu gerast, har alt ikki kostar pengar, men tað er neyðugt at vísa á, at samfelagið, og harvið eisini politikararnir, mugu ásanna, at trivnaður og dygd á stovnunum er ein íløga, sum í fyrsta umfari kostar, men sum verður spard inn aftur fleiri ferðir í hinum endanum. Eg kann millum annað nevna normeringar, fyrireikingartíð og greiðari skipan av arbeiðstíðini, sum trý evni, ið kunnu arbeiðast við.

Á dagstovnunum hevði ein greið og tíðarhóskandi tímajáttanarskipan (normering), ið varð lógarbundin, merkt, at børn og starvsfólk vóru tryggjaði eitt minstamark av tímum. Hetta í sær sjálvum, um rætt varð borið at, hevði bøtt munandi uppá trivnaðin, og harvið eisini dygd og tænastustøði.

Ein greið skipan av fyrireikingartíðini, har týðiliga varð tilskilað, á hvønn hátt starvsfólk hava tíð at fyrireika og eftirmeta sítt arbeiði, hevði eisini bøtt um arbeiðsgleðina. Haraftrat eru størri sannlíkindi fyri, at um “røtt” átøk verða gjørd, fáa bæði børn og starvsfólk meira burturúr degnum. 

Á serøkinum eiga tað eisini at verða gjørdar greiðari skipanir av arbeiðstíðini. Skipanir, ið áseta, hvussu nógva tíð starvsfólkini hava til tær ymisku arbeiðsuppgávurnar, mett í mun til hvussu borgarin er fyri. Hetta ger arbeiðið týðiligari, og lættir um hjá starvsfólkum og leiðslum at samskifta um, hvørjar uppgávur skulu loysast, og hvussu tær kunnu loysast á besta hátt innan givnu karmar.

Menniskjalagnur kunnu gerast tyngri enn neyðugt, um vit bara lata standa til. Ikki bert hjá tí rakta starvsfólkinum, men eisini hjá borgaranum, barninum, ið kanska skal liva í ótryggleika við vantandi ella skiftandi starvsfólkum, av tí at sjúkrafráveran er óneyðuga stór.

Tí ynskja vit, at tað verður gjørd ein íløga í trivnaðinum hjá starvsfólkunum á hesum arbeiðsplássum, har okkara framtíðar borgarar ganga, ið skulu føra samfelagið víðari, og har ið borgarar, sum, í summum førum, eru bundin at starvsfólkum alt døgnið, búgva og virka. Hetta hevði gagnað øllum - starvsfólkum, borgarum og børnum - og hevði virkað fyri betri trivnað og færri tilburðum av strongd.

Kommunuval verður - sjálvandi ynskja vit politikkarar, ið hugsa um hesi viðurskiftini.

Jógvan Philbrow,
formaður