Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trø, sum verða kappað niður í miðbýnum

Havi roynt at fingið eitt nøktandi svar uppá, hví býráðið tynnir út og kappar trø niður um allan býin?

 Sakni eina heildarmeting og ætlan fyri røkt av okkara gomlu trøum, serliga í miðbýnum.

 Øll hesi trø hava sína býarsøgu, sum vit eiga at verja og varðveita.

 Væl veit eg, at okkara gomlu havar og trø skulu hava røkt, men tað, sum vit síggja í gerandisdegnum, sær ógvisligt út, tí trøini eru ikki so nógv í tali at taka av. 

 Ynski tí, at fyri hvørt træ, sum kappað verður niður, skulu í minsta lagi 2-3 trø verða plantað aftur á sama stað ella har í nánd.

 Her tosi eg um trø sum t.d.ahorn, rønn, reyðbók og gullregn, og kunnu hesi gerast stór og upp til 80 til 100 ára gomul.

 Lat okkum fáa eina greiða heildarætlan og kunning um, hvussu býráðið/meirilutin ætlar at skipa hetta eitt so viðkomandi mál hjá okkum øllum, sum búgva her í kommununi og hava áhuga fyri umhvørvi og vøkstri í býnum.

Heðin Mortensen
løgtings- og býráðslimur