Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trúgvur tænari farin

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, skrivar vegna Nes kommunu minningarorð um Harry Hansen.

Emma og Harry Hansen á móttøkuni, sum var fyri teimum mánadagin 1. oktober 2007, tá ið Harry legði frá sær starvið sum skúlatænari, ið hann hevði røkt síðani 1981. Tey bæði hildu fram at hava ábyrgdina av svimjihylinum fram til jóla í 2012.

Í góðveðrinum týsmorgunin í síðstu viku, 25. juni, vórðu fløggini í Nes kommunu vundin í hálva stong. Tað vórðu tey, tí sorgarboðini um, at Harry Hansen brádliga var deyður, bórust um bygdina. Vit vórðu øll kløkk og kendu sorgina níva. Eingin hevði roknað við, at boð longu skuldu vera eftir Harry. Hóast hann var 74 og hevði fylt 75 4. august, so var hann so lívsfrískur og lívsfúsur sum nakar unglingi.

Vit sóu hann renna í haganum, á Svangaskarði og eftir vegnum, og henda morgunin, tá ið boð vóru eftir honum, var hann farin eftir nýggju gøtuni av Svangaskarði og oman ímóti Toftavatni, har honum dámdi so væl, og har hann hevði so nógv minni frá barnaárunum, sum hann dugdi so væl at luta við onnur.

Og hann var trúgvur í undirhúsinum her á Toftum, har hann var við til at seta lív í, og har honum dámdi so væl at syngja saman við hinum, sum hittast har.

Emma og Harry hildu fyri nøkrum árum síðani stórfingið gullbrúdleyp á Svangaskarði. Tá vóru tað so mong, sum fegnaðust saman við teimum. Hon var trettan og hann var fimtan, tá ið tey komu saman, og tey hava hildið saman alt síðani. Eini fyrimyndarlig hjún.

Torleif Johannesen og Jóannes Hansen hava skrivað minningarorð um Harry. Tey eru eisini at síggja her á heimasíðuni.

Vit í Nes kommunu minnast Harry sum framúr trúgvan og drúgvan í starvi hjá kommununi. Hann tók við starvinum sum skúlatænari í 1981, tá ið nýggi skúlin varð tikin í nýtslu. Tað var eisini neyðugt við umsjónarfólkum til svimjihylin. Ta uppgávuna tóku Emma og Harry á seg.

Tá ið stóra útbyggingin av Tofta skúla næstan var liðug, varð mánadagin 1. oktober í 2007 skipað fyri móttøku fyri Emmu og Harry, sum tá høvdu tænt í meiri enn fjórðingsøld í skúlanum og svimjihylinum. Tá møttu mong upp í veitsluhølinum í Vesturskin at heiðra tey bæði, og tá varð takkað fyri holla tænastu.

Ætlanin var, at Emma og Harry tá eisini skuldu leggja frá sær starvið í svimjihylinum. Eingin søkti starvið, sum varð lýst leyst, og eftir áheitan frá kommununi, hildu tey bæði fram í starvinum. Har vóru tey inntil 21. desember 2012, sum var síðsti arbeiðsdagur teirra.

Í Nes kommunu drýpa vit høvur í samkenslu við Emmu, Absalon og Hans og øllum teirra, sum hava mist mannin, pápan, abban og verpápan. Vit minnast Harry við takksemi. Hann var eitt gott umboð fyri okkara bygd, og hann var framúr í sínum starvi hjá kommununi.

Ærað veri minnið um Harry Hansen.

Nes kommuna,

Jóhannus Danielsen,

borgarstjóri