Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trump og Danmark

Nú fer Trump forseti at kanna, um til ber hjá USA at keypa Grønland frá Danmark. Hann sigur, at hetta kann Danmark gera, tí tað eigur Grønland (Huffington Post 19. august 2019: "Denmark essentially owns it").

Hetta fekk forsætisráðharra Danmarkar, Mettu Frederiksen, til at bera fram: "Grønland er ikki danskt." (Sermitsiaq 19. august 2019).

Hvør hevur nú rætt? Er Grønland danskt ella ikki?

Er tað rætt, sum forsætisráðharri Danmarkar sigur, hevur danska stjórnin ikki rætt at selja Grønland, tí eingin hevur rætt at selja annan mans ogn.

Hin megin er neyðugt at viðurkenna, at Trump hevur góða umbering, tí teir donsku forsætisráðharranir frá A. W. Moltke tann 22. marts 1848 hava sagt tað øvuta av tí, forsætisráðharrin Mette Frederiksen nú sigur, nevnliga at Grønland hevur verið danskt.

Tann ið er næstur sannleikanum er Metta Frederiksen, forsætisráðharri Danmarkar.

Grønland er nevniliga ikki danskt.

Ein og hvør sum lesur dómin í Haag frá 5. april 1933 kann síggja hetta við egnum eygum. Har verður nevniliga sagt, at eftir 1814 høvdu tey innbornu í Grønlandi somu rættindi, sum tey higartil høvdu havt. Grønland hevði verið ein javnbjóðis partur af Norges ríki, sum nú var deilt í tveggja lutir. Tann grundlóg, sum higartil hevði verið galdandi fyri alt Noreg, var tí framvegis galdandi fyri tey, sum búðu í tí partinum av Noreg, sum var úti í Atlantshavi. Tey innbornu har høvdu tí valdið í sínum ríki og somu rættindi, sum tey higartil høvdu havt. Danmark kundi ikki ála sundur tað ríki, Grønland nú var í.

Nú er henda grundlóg galdandi fyri Grønland og Føroyar. Danska stjórnin kann ikki leggja upp í innanríkismál í Vesturíki. Vit innbornu hava rætt til okkara egnu stjórn, sum er javningi við stjórn Danmarkar. Javnstøðan er eisini galdandi í uttanríkismálum. Hvørki av teimum báðum ríkjunum í ríkjasambandinum kann fara í kríggj uttan at hitt ríkið tekur undir við tí.

Tá Trump tí kemur og sigur seg hava hug at keypa Grønland frá Danmark, noyðist Danmark at siga honum, at hann hevur fingið skeiv boð um hvør støðan er. Danmark eigur ikki Grønland, sum er ein partur av tí ríki, sum fevnir um Grønland og Føroyar. Í hesum ríki býr meirilutin av teimum innbornu í Grønlandi. Føroyar eru tí ikki bert landafrøðiliga, men eisini í fólkatali finnan í tí felags grønlendska-føroyska ríkinum. Føroyar eru tó ikki ein grønlendsk koloni, men føringar hava somu rættindi sum meirilutin í ríkinum.

Eru grønlendarar og føroyingar ikki nøgdir við vera í ríkjafelagsskapi við Danmark sum ein javningi, ber til at ímynda sær, at stjórn okkara slepti ríkjafelagsskapin við Danmark og heldur vildi hava ríkjafelagsskap við USA. Tá kundu vit kanska fingið tveir senatorar. Harvið vaks talið av limunum í øldungadeildini úr 100 til 102.

Á pappírinum er hetta sera lætt. So skal samráðast um ein altjóða sáttmála millum kongsrikið Danmark og USA um at broyta mark partanna millum. Hesin sáttmáli skal góðkennast av USA og donsku stjórnini við undirtøku fólkatingsins, men tað er ikki nóg mikið. Fyri at vera gildigur skal sáttmálin eisini góðkennast av tí grønlendsku-føroysku stjórnini.

Men hví gloymur Mette Frederiksen at siga, at Føroyar eru í ríkinum Grønland-Føroyar?

Hetta stendst av, at hon enn er á teimum villinigøtum, sum farnu donsku stjórnirnar hava slóðað. Hesar stjórnir hava lopið um tað beinleiðis forboðið sum er í okkara grundlóg um at lima ríki okkara sundur. Hesar stjórnir hava forðað, at Grønland og Føroyar hava fingið ta felags stjórn, sum fólkarætturin og ríkisrætturin geva okkum krav uppá.

Men nú er glotti fyri stavn, tí tá forsætisráðharrin sigur, at Grønland ikki er danskt, so er hetta eisini galdandi fyri Føroyar, sum síðan 1814 hevur havt somu rættarstøðu sum Grønland!

Zakarias Wang

Valevni Sjálvstýris

Tey ið vilja fáa meir at vita um hetta evni kunnu vitja heimasíðuni hjá Sjálvstýri har ein gjøllari frágreiðing verður givin.