Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trupult fyrrenn endaligi fíggjarleisturin fyri eldraøkið er staðfestur

Mennandi fíggjarætlan við sama skattaprosenti Nógvar verkætlanir og nýggjar prioriteringar eru í framlagda uppskotinum, inntøkurnar eru vaksandi og talan er um eina mennandi fíggjarætlan við óbroyttum skattaprosenti og einum barnafrádrátti á 8.000 krónur.

Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri kommunustýrið, býráðið skal viðgera uppskot til fíggjarætlan tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili og fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1 .desember. Í kvøld var uppskot til fíggjarætlan framlagt.

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2015 eru rakstrarútreiðslurnar mettar at vera 513,7 mió. kr. í mun til 501,7 mió. kr. fyri 2014, svarandi til eina hækking uppá 11,9 mió. ella 2,4%. Í uppskotinum er hædd tikin fyri, at sáttmálalønirnar á arbeiðsmarknaðinum hækkað við 1,9% pr. 1. oktober.

Uppskotið til fíggjarætlan 2015 er grundað á fortreytir, har skattaprosentið er varðveitt á sama støði sum fyri 2014 á 20,25% - og barnafrádrátturin er 8.000 kr.

Inntøkurnar hjá kommununi eru varisliga mettar at hækka frá 611,7 mió. kr. til 624,3 mió., svarandi til 12,6 mió. kr. ella 2,05%. Við hesum fortreytum er úrslitið áðrenn íløgur og avdráttir góðar 110 mió. kr. Um roknað verður við, at avdráttir fyri 2015 verða umfíggjaðir, er tøka upphæddin til íløgur góðar 110 mió. kr.

Avgjørt er, at kommunurnar yvirtaka eldraøkið frá 1. januar 2015 at rokna. Í fíggjarætlanini fyri 2015 skal hædd skal takast fyri, at yvirtøkan av eldraøkinum kann hava eina ávirkan á fíggjarætlanina. Tó er trupult at meta um, í hvønn mun fíggjarætlanin 2015 verður ávirkað, fyrrenn endaligi fíggjarleisturin fyri eldraøkið er staðfestur.