Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá vinstri Birita F. Kjærbæk, Borgný Mohr og Svend Erik Saxov

Trý bjóða seg fram til nevndina

Trý fólk fara at kappast um teir báðar nevndarsessirnar, sum standa fyri vali í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum 7. mars. Tvær kvinnur og ein maður.

Starvsmannafelagið:

Tey eru Borgný Mohr, sosialráðgevi í Almannaverkinum, Birita F. Kjærbæk, laborantur á Heilsufrøðiligu Starvsstovu og Svend Erik Saxov, ið starvast sum medico teknikari á Landssjúkrahúsinum. Øll trý eru í dag álitisfólk.
 
Freistin at stilla upp var á midnátt leygarkvøldið, 1. februar. Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár.
 
Umframt nevndarvalið verður formansval eisini á aðalfundinum. Tvey valevni eru: verandi formaður Súni Selfoss og Gunnar Hjem, varaleiðari á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
 
Bæði til nevndar- og formansvalið verður møguleiki at velja frammaundan aðalfundinum. Skipað verður fyri talgildari atkvøðugreiðslu og brævatkvøðu. Undanvalið er frá sunnudegi 16. februar til fríggjadagin 6. mars, og verður nærri lýst seinni.
 
Myndatekstur: Frá vinstri Birita F. Kjærbæk, Borgný Mohr og Svend Erik Saxov