Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trý lokalsjúkrahús ella Sjúkrahús Føroya?

Vit hava Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús. Men onki Tórshavnar ella Suðurstreymoyar Sjúkrahús. Helst er hetta einasti høvuðsstaður í heiminum uttan eitt lokalsjúkrahús. Hinvegin hýsir Havnin einum Landssjúkrahúsi, hóast vánaliga viðferðin í løgtinginum seinastu 30 árini kundi bent á, at hetta sjúkrahús als ongan góðan eigur.

Ferð eftir ferð hava yvirlæknar og onnur víst á, hvussu tað læknaliga er roynt at halda Landssjúkrahúsinum á einum rímiligum støði, tá tað snýr seg um tól og viðgerðarhættir. Karmarnir hava tó verið út av lagi vánaligir, til nýbygging byrjaði fyri kortum.

Umframt vánaligu fysisku karmarnar, hevur vánaligi starvsfólkapolitikkurin í heilsuverkinum verið ein sera álvarsligur trupulleiki, hóast sera dugnaligt og nærlagt fólk við útbúgving og starvsroyndum frá høgt mettum stovnum uttanlands. Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava mangan dagliga verið offur fyri viðgerð í miðlunum, hóast tað er ein sannroynd, at teirra arbeiðsinnsatsur bæði fysiskt og mentalt ikki hevur ligið eftir.

Politiskt hevur eisini verið trupult at gjørt nakrar broytingar. Eitt og hvørt uppskot um at broyta bygnaðin førir ósvikaligt til øsing og garteran á barrikadunum í Suðuroy og í Klaksvík. Í Havn sigur ongin nakað. Deyðatøgn. Men í nývalda løgtinginum er Havnin enn einaferð undirumboðað í mun til útjaðaran, so trupult verður helst at broyta nakað.

Yvirlæknar samdir um nýggjan leiðsluleist

Uttan at fara í smálutir um nýggjasta uppskotið um eitt sjúkrahúsverk, so er eftir drúgva viðgerð staðfest, at tað er sera kostnaðarmikið fyri samfelagið at hava trý sjálvstøðug sjúkrahús. Yvirlæknar eru púra samdir um, at tað er alneyðugt, um sjúkrahúsviðgerðin í Føroyum skal kunna fylgja við nútímans broytingum í okkara grannalondum, at øll trý sjúkrahúsini fáa eina felags leiðslu.

Tað stutta av tí langa er, at læknarnir meta, at við hesum nýggja bygnaði innan sjúkrahúsverkið kann sjúklingagongdin effektiviserast og mennast. Læknarnir hava vón um, at tað læknaliga arbeiðið í Føroyum verður meira áhugavert og hetta vil økja um trivnaðin hjá læknum í Føroyum.

Hesin parturin at fáa yngri læknar at trívast, meta yvirlæknarnir vera ein týdningarmiklan part í bygnaðarbroytingum, tí ein stórur hópur av yvirlæknunum nærkast pensiónsaldrinum, og broytingar eru neyðugar, áðrenn tað er ov seint.

Uppskotið, sum kom fyri fyri tingið, kódnaði beinanvegin í vitleysum skuldsetingum um enn eina roynd at forkoma smáu sjúkrahúsunum. Men ein nærlesing av uppskotinum vísir, at á ongan hátt verður mælt til nakra niðurlaging av smáu sjúkrahúsunum, tvørturímóti skulu tey effektiviserast. Øsingin verður bara sett í verk fyri at forða fyri, at nakrar broytingar verða gjørdar.

Í galdandi sjúkrahúslóg er ásett, at sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Hesi virka í dag sum tríggjar sjálvstøðugar eindir við hvør síni sjúkrahúsleiðslu, har tað ikki eingang er komið á mál við at gera nakra formliga samstarvsavtalu.

Við verandi sjúkrahúsbygnaði brúka vit ikki okkara tilfeingi rætt, vit fáa óneyðugar langar bíðirøðir og óneyðuga stórar útreiðslur til vaktarskipanir.

Uppskotið um Sjúkrahús Føroya

Uppskotið um at stovna eitt nýtt Sjúkrahús Føroya er ikki serliga innviklað. Felags leiðslan verður skipað burturúr verandi leiðslum í sjúkrahúsverkinum. Hetta merkir, at tað ikki skal setast ein leiðsla omaná verandi leiðslubygnað, men øll trý verandi sjúkrahús verða løgd saman í eitt - Sjúkrahús Føroya.

Talan verður sostatt ikki um at leggja tey bæði smærru sjúkrahúsini undir Landssjúkrahúsið, heldur ikki verður talan um at máa støðið undan virkseminum í Klaksvík og í Suðuroynni. Tvørturímóti skal samlaða tilfeingið gagnnýtast enn betur enn í dag.

Í løtuni eru 3 ymsir sjúkrahússtjórar, sum vísa til Heilsumálaráðið. Við nýggju skipanini verður tað bert stjórin fyri Sjúkrahús Føroya, sum fer at vísa til Heilsumálaráðið. Játtanirnar til verandi trý sjúkrahús verða lagdar saman í eina játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Umsitingin verður bíligari og effektivari, tí hon verður umskipað, við tað at farið verður frá trimum sjálvstøðugum sjúkrahúsleiðslum til eina. Samskiftið ímillum ráðið og sjúkrahúsverkið verður umvegis ein stjóra ímóti trimum stjórum í dag.

Eitt sjúkrahúsverk!

Verandi støða er syndarlig. Nú er altso tíð uppá, at løgtingið sker ígjøgnum og fremur hesa nýskipan, hóast hetta verður trupult, tí tað hava aldri verið so nógvir lokalpolitikkarar í løgtinginum sum nú.

Neyðugt er at síggja sjúkrahúsverkið sum eina skipan. Hetta mál er stutt sagt alt ov týdningarmikið til at drukna í óviðkomandi retorikki um útjaðaramenning. Hetta snýr seg um at tryggja øllum samfelagnum eitt samanhangandi sjúkrahúsverk, ið er sterkt bæði fakliga og fíggjarliga.

Hetta vita løgting og landsstýrið fullvæl. Tað er bara at fáa tað framt í verki!

Heðin Mortensen

Borgarstjóri