Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trý-ára sáttmáli gjørdur í Danmark

CO-industri og DI skrivaðu sunnudagin undir nýggjan sáttmála
 
Nýggi sáttmálin millum partarnar á danska arbeiðsmarknaðinum gongur frá 1. mars 2017 til 1. mars 2020. Hesin sáttmálin – Industriens overenskomst - fevnir um eini 230.000 starvsfólk, sum eru býtt á einar 6.000 fyritøkur.
 
Stjórin í Dansk Industri, Karsten Dybvad, segði beint eftir, at sáttmálin varð undirskrivaður, at tað hevði týdning at fáa gjørt ein sáttmála, sum leggur grundarlag undir, at danskar fyritøkur kunnu kappast við fyritøkur úr allari verðini.
 
Til ber at lesa meira á um sáttmálasemjuna í Danmark á heimasíðuni hjá Dansk Industri her: http://di.dk/DI/Presse/Pressemeddelelser/Pages/Treaarig-aftale-i-hus-om-industriens-overenskomster.aspx