Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trygvi Meinhardsson: Føli meg snýttan av súluskipan

Perla: Meðan kappingin enn var uppá tað harðasta við Marsk, hevði Atlantsflog sokallaðu Súluskipanina í søluskipanini. So skjótt og brátt Marsk var burtur, datt Súluskipanin niðurfyri. Fleiri høvdu samlað sær sterk Súlukort á hondina. Vit hava tosað við ein av teimum, Trygva Meinhardsson úr Fuglafirði, sum hevði níggju súlur, og manglaði sostatt bara eina aftrat fyri at fáa ein ókeypis ferðaseðil, men við Marsk úti av myndini, fór Súluskipanin sama veg. So kemur ein kappingarneyti inn í myndina. Knappliga tekur Atlantsflog aftur Súluskipanina upp úr hattinum.Oyggjatíðindi 1. september 2006.

- Eg og fleiri onnur ferðafólk við mær føldu og føla okkum snýtt, sigur Trygvi Meinhardsson. - Kann nakar taka Atlantsflog fyri fult, spurdu vit Magna Arge. Lesið svarið...

Í vikuni vóru fríplássjournalistar og annað gott fólk á stovugongd fyri at taka pulsin av sjúklinginum, FaroeJet.

Í Kina eta tey hundar og fongsla ella halda journalistar í snóri. Í Føroyum verður slíkt fixað við »halt kjaft bommum« og mikrofonhaldaríi, og so verður kritiskur journalistikkur mummifiseraður og annars tveittur fyri leyvurnar, eins og í gamla Rom til undirhald og ávaring.

Deyðadømda FaroeJet valdi á taktisku stovugongdini, at spæla út við súluheilivági, sum sigst vera eins effektivt og aidsheilivágur.

Tað heldur pínuni burtur eina løtu.

Vit hava hugd uppá Súluna hjá Atlantsflogi, sum FaroeJet nú vil brúka fyri at linna sær pínuna. Men tað er pína døtur pínligur lesnaður:

Meðan kappingin enn var uppá tað harðasta við Marsk, hevði Atlantsflog sokallaðu Súluskipanina í søluskipanini. So skjótt og brátt Marsk var burtur, datt Súluskipanin niðurfyri. Fleiri høvdu samla sær sterk Súlukort á hondina.

Vit hava tosað við ein av teimum, Trygva Meinhardsson úr Fuglafirði, sum hevði níggju súlur, og manglaði sostatt bara eina aftrat fyri at fáa ein ókeypis ferðaseðil, men við Marsk úti av myndini, fór Súluskipanin sama veg, sigur Trygvi:

So kemur ein kappingarneyti inn í myndina - sjúklingurin. Knappliga tekur Atlantsflog aftur Súluskipanina upp úr hattinum.

- Eg og fleiri onnur ferðafólk við mær føldu og føla okkum snýtt, sigur Trygvi Meinhardsson.

- Kann nakar taka Atlantsflog fyri fult, spurdu vit Magna Arge.

- Og heldur tú, at Faroe-Jet júst setir sína skipan í gildi tí tey vita um ónøgdina við Súluskipanini?

 Stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, svarar soleiðis:

Trygva Meinhardsson úr Fuglafirði, fer skeivur.

- Súluskipanin datt ongantíð niðurfyri, men vit minkaðu um hana, so hon var skipað í einari minni og broyttari útgávu frá 01. JUL. 05, har súlur vóru givnar ferðafólkum, sum goldu fyri fullan ferðaseðil. Hetta var 8 mánaðir aftaná at Maersk vóru givnir. Minnist meg rætt, so boðaðu vit frá hesum samstundis sum vit fóru undir eina nýggja og smidligari prísskipan um mánaðarskifti mars/apríl, sigur Magni Arge.

Hann vísir á, at øllum stóð í boðið at brúka súlur eftir gomlu skipanini fram til árslok 2006. Í hesum tíðarskeiðinum góvu vit teimum, sum høvdu 2, 3 og 4 súlur eftir ymisk sertilboð, eins og teimum stóð í boði, at konvertera súlurnar til nýggju skipanina, sum kom í gildi 01. JUL. 06 eftir ávísum leisti.

- Ásannandi, at viðskiftafólkini saknaðu populeru súluskipanina, sum hon fyrr var, avgjørdu vit at víðka um hana aftur frá 04. MAR. 06, so hon aftur fevndi um øll ferðafólk, sigur Magni Arge:

- Sjálvandi skalt tú taka Atlantsflog fyri fult. Hóast felagið var einsamalt á marknaðinum í umleið hálvtannað ár, so freistaðust vit ikki til at hækkað prísirnar. Tvørturímóti valdu vit at broyta gomlu stívu prísskipanina til eina meiri smidliga prísskipan samstundis, sum vit løgdu ferðaætlanina um, so hon gav føroyingum mest fleksiblu ferðamøguleikarnar nakrantíð, sigur stjórin.

- Vit hildu tá, at samlaði pakkin við eini minkaðari súluskipan var uppá sítt pláss, men hava síðani valt at vaksa um hana aftur, tí viðskiftafólkini spurdu eftir hesum. Tú skalt altíð rokna við, at vit laga okkum eftir marknaðarumstøðunum, men vit royna altíð at vísa bæði viðskiftafólki og búskaparlógunum størstu virðing, sigur Magni Arge, sum ikki sigur seg kunna svara uppá um útspælið frá FaroeJet kemst av ávísari ónøgd við súluskipanina.

-Tað mást tú spyrja onkran annan um, sigur Magni Arge at enda.

Við mikrofon-journalist, sigur stjórin í Atlantsflogi, at tíðin fer at vísa, at tað bara er pláss fyri einum flogfelag, og gevur við hesum FaroeJet deyðsboðini, og eisini, at hann heldur lítið um heilivágin, sum givin varð á stovugongdini herfyri.

Hvat viðvíkur Trygva Meinhardsson úr Fuglafirði, ja, so følir hann seg framvegis snýttan av súluskipanini. Eitt sindur pínligt fyri báðar partar.