Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trýpartasamráðingar um arbeiðsmegi eru vegurin framá

Nú tosað verður um at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri arbeiðsfólki uttanfyri norðanlond er týdningarmikið at rætt verður borið at. Har trot er á arbeiðsmegi skulu arbeiðsfólk sleppa inn í landið, men tað er ikki ráðiligt at lata arbeiðsmarknaðin upp á víðan vegg meðan arbeiðsloysi innan nógvar vinnur er metstórt.

Eins og føroyingar fara út um landoddarnar at fáa sær arbeiði skal verða gjørligt hjá útlendingum at koma til Føroyar at arbeiða í styttri og longri tíðarskeið, tá ið trot er á arbeiðsmegi.

Mentunarliga, politiskt og sosialt ríkað útlendingar samfelagið og eiga Føroyar ikki at ræðast at lata dyrnar upp fyri útlendingum. Sum er kann arbeiðsmegi úr Norðanlondum frítt ferðast millum lond, og hava sera nógvir føroyingar nýtt møguleikan at fara í annað norðurland at arbeiða og norðurlendingar eru eisini komnir hendavegin.

Fáa smidliga skipan

Feløgini í Samtak halda, at atlit má takast til arbeiðsloysi í landinum, tá ið útlendsk arbeiðsmegi skal inn í landið, men at har tørvur er á, og ongin er í landinum at gera arbeiða, har skal loyvast at taka fólk inn uttanfyri norðurlond.

Tað ber til at fáa arbeiðsmegi inn í landið, um talan er um trot ella “væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn”, sum tað stendur í lógini, tó eru atfinningar um, at tað er ov long tíð frá at søkt verður um arbeiðsloyvi, til arbeiðstakarin kann koma inn í landið.

Feløgini í Samtak halda, at har trot er á arbeiðsmegi, skal tað loyvast á ein smidligan hátt at taka fólk inn, men at tað skal ikki opnast upp fyri útlendskari arbeiðsmegi sum heild, tí arbeiðsloysi er enn metstórt.

“Mangla tað elektrikarar, serligir ráðgevar, læknar ella onnur, sum vit ikki hava í landinum, so skal vera gjørligt at fáa hesi inn í landið uttan stórvegis hóvasták,” siga feløgini í Samtak

“Soleingi vit hava 1000 – 1500 fólk, sum eru arbeiðsleys, so kunnu vit ikki lata arbeiðsmarknaðin fullkomiliga upp”, leggja feløgini í Samtak dent á.

Trýpartasamráðingar

Feløgini eftirlýsa fleiri arbeiðsskapandi tiltøkum, førleikamenning, førleikameting og fleiri læru- og útbúgvingarmøguleikar fyri arbeiðsleys, so at arbeiðsmegin er klár at taka við nútíðar og framtíðar avbjóðingum.

Feløgini í Samtak heita á Johan Dahl, landsstýrismann við vinnumálum, um at kalla partarnar á arbeiðsmarknaðinum inn til trýpartasamráðingar um spurningin um arbeiðsmegi.

Á henda hátt átti at verið gjørligt at funnið framm til eina skipan sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum og politiska skipanin vóru nøgd við. Feløgini í Samtak vilja virka fyri eini loysn sum loysir trupulleikarnar, men sum eisini tekur hædd fyri tí veruleika, at arbeiðsleysi er í landinum, og at tað má basast áðrenn arbeiðsmarknaðurin verður opnaður fyri øllum uttanfyri norðanlondum.