Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

........ tú kanst spyrja allar FØROYINGAR!

Tú kanst spyrja VÁGAFÓLK hvørja nyttu tey hava fingið burtur úr Vágatunlinum, Atlantiv Airways, hangarinum, tyrlutænastuni, Gásadalstunnlinum?

Tú kanst í dag spyrja hvørja nyttu NORÐOYINGAR hava fingið burtur úr Norðoyatunnlinum, byrgingini um Haraldssund, Kunoyartunlinum, Norðoyartunnlinum, tunlinum í Kalsoynni?

Tú kanst spyrja hvørja nyttu EYSTUROYINGAR hava fingið burtur úr Norðskálatunnlinum, brúnni yvir um Streymin, Leirvíkstunnlinum, Funningsvegnum?... og nú um stutta tíð Skálafjarðartunnlinum!

Tú kanst spyrja hvørja nyttu SUÐURSTREYMOYINGAR hava fingið burtur úr Kalbakstunnlinum?

Tú kanst spyrja hvørja nyttu SANDOYINGAR hava fingið burtur úr Gomslurætt, Skopunar Havn? ... og ikki minst Sandoyartunnlinum sum koma skal!

Tú kanst spyrja hvørja nyttu SUÐUROYINGAR hava fingið burtur úr Smyrli, havnini á Drelnesi og Vági, Hvalbiartunnlinum?

Tú kanst spyrja VINNUNA hvørja nyttu hon hevur fingið burtur úr øktu samferðslumøguleikunum?

Tú kanst spyrja hvørja nyttu allir FØROYINGAR hava fingið burtur úr øktu samferðslumøguleik-unum? Í dag eru eingi neyðarróp um ivasamar avgerðir, fjaldar dagsskráir. Vit eru nøgd og ynskja at halda fram við útbyggingini av okkara samfelag, tí tað gagnar samfelagnum, tí einstaka.

Eg vænti mær nógv av Skálafjarðar- og Sandoyartunnlinum, sum koma at skapa heilt aðrar møguleikar – ikki bert FYRI miðstaðar- og Sandoyar fólk, men fyri allar FØROYAR, og føroyingar.

Samhaldsfasti og sosialpolitisk tiltøk muna sum frá líður, og gera okkum sterkari sum tjóð. Samanhald gevur styrki.

Lasse Klein,
Valevni fyri Nýtt Sjálvstýri