Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tummas missir Lív

Í samband við komandi eigaraskiftið í Føroya Lívstrygging hevur nevndin í Lív gjørt eina fráfaringaravtalu við Tummas Eliasen, sum hevur verið stjóri í Lív síðan 1998. Komandi partaeigarnir hava sagt frá, at nýggjur stjóri í Lív verður Johnny í Grótinum, sum tekur við stjórastarvinum yvirtøkudagin, sum væntast at vera um ársskifti 2011/2012.

Nevndin hevur í samráð við komandi partaeigarar heitt á Tummas Eliasen um at seta komandi stjóran væl og virðiliga inn í viðurskiftini í Lív tríggjar teir síðstu mánaðirnar av árinum, áðrenn nýggi stjórin tekur við. Hetta hevur Tummas Eliasen játtað, og tað fegnast nevndin um.

Tummas Eliasen hevur starvast í Føroya Lívstrygging síðani 1987, tá samlaða pensjónsuppsparingin var umleið 100 mió. kr. Í tíðarskeiðnum 1987-1998 var Tummas fíggjarstjóri, og síðani 1998 hevur hann verið stjóri í partafelagnum Føroya Lívstrygging. Nú Tummas fer frá er samlaða pensjónsuppsparingin 3,2 mia. kr.

Nevndin í Føroya Lívstrygging vil tí nýta høvið at takka Tummasi Eliasen fyri tíðina, ið hann hevur verið stjóri í Lív, sigur stovnurin til mannin, ið misti Lív.