Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kelda: Samferðsluætlan 2012-2024, Landsverk 2012, Upphavsrættur: Óli Petersen



TUNNIL VIÐ BINDI FYRI EYGUNUM

Landsstýrismaðurin í innlendismálum sýnir ræðandi hugburð.

Tað er ræðandi, hvussu lítið landsstýrismaðurin í innlendismálum og Innlendismálaráðið, umframt stórur partur av landsstýrinum og løgtinginum, lurta eftir Landsverki, sum er teirra fremsti ráðgevi í samferðslumálum.

Hesin hugburður hjá landsstýrismannin í innlendismálum kemur eisini týðiliga til sjóndar í umfatandi ritinum ”Samferðsluætlan 2012-2024”, sum varð útgivið í 2012, og sum Landsverk og Innlendismálaráðið høvdu lagt til rættis.

Har sigur Kári P. Højgaard soleiðis:

»Tað er at fegnast um, at ein slík heildarætlan er gjørd, tí hon er eitt gott amboð hjá øllum, sum arbeiða við planlegging innan samferðslu og fyri samfelagið sum heild. Talan er um eitt fakligt skjal, men samferðsluætlanin er sera hent bæði hjá fakfólkum og okkum politikkarum, sum í seinasta enda gera av, hvar og hvussu landsins peningur verður nýttur «

Kári P. Højgaard

landsstýrismaður í innlendismálum

Sagt við øðrum orðum sigur Kári P. Højgaard, at fakligheit hevur ongan týdning. Og gongdin í málinum um undirsjóvartunnil millum Eysturoy og Streymoy vísir eisini, at ikki bert landsstýrismaðurin í innlendismálum, men stórur partur av løgtinginum ætlar at koyra tunnilsmálið ígjøgnum við bindi fyri eygunum.

Avleiddar verkætlanir í Suðureysturoy og Suðurstreymoy tagdar burtur

Í einum uppriti um Eysturoyartunnilin, sum liggur á heimasíðuni hjá Landsverk, viðgerð Landsverk Eysturoyartunnilin og aðrar avleiddar verkætlanir. Tá ein hevur lisið hetta sera sakliga upprit, er fyri øllum púra greitt, hvussu málið um Eysturoyartunnilin verður viðgjørt politiskt við bindi fyri eygunum. Tí politiska viðgerðin av Eysturoyartunnlinum fevnir ikki um nakra av teimum avleiddu verkætlanunum, sum Landsverk vísir á, og sum eru alneyðugar at fremja samstundis.

Og tær avleiddu verkætlanirnar eru::

1. Farleiðin Gøtudalur-Runavík, av Landsverk mett til 191 mió.

2. Farleiðin Gøtudalur-Strendur, av Landsverk mett til 165 mió.

3. Innkomuvegur til Tórshavn, mett til minst 300 mió, alt eftir hvør endaliga loysnin verður.

Hesar avleiddu verkætlanir av Eysturoyartunnlinum kosta sostatt í minsta lagi 656 mió. Men tær eru fullkomuliga tagdar burtur í allari tunnilsøsingini, sum nú valdar millum ting- og landsstýrisfólk.

Ferðslan til Havnar økist 140%

Nógv tann størsta ferðsluøkingin verður inn og úr Tórshavn. Landsverk sigur í uppriti sínum soleiðis:

»Framrokningar vísa, at ferðslan til og frá Havnini, 20 ár eftir at Eysturoyartunnilin er latin upp, er 12000 bilar um samdøgurið, í mun til knappar 5000 í dag. Longu tá tunnilin letur upp, verður ferðslan uml. 7500 bilar um samdøgurið. Tørvur er tí á, at vegakervið á strekkinum verður útbygt, so tað nøktar henda tørv. Tí er umráðandi, at annað byggistig av innkomuvegnum til Havnar er liðugt, áðrenn Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu «

Hóast hesa klokkukláru niðurstøðu hjá Landsverk, fremsta ráðgeva landstýrismannsins og løgtingstins, so verður henda avbjóðingin og neyðuga fortreytin feiað til viks, ella yvir á Tórshavnar kommunu og kommununar í Eysturoynni, júst sum frálíka tekningin niðanfyri hjá Óla P so sigandi vísir, og sum er lænt úr ritinum hjá Landsverk ”Samferðsluætlan 2012-2024”.

Toga í hondbremsuna nú!** Ongin við sínum fullu fimm, ið kennir til ferðslutrupulleikarnar við verandi innkomuvegi til Havnar, kann loyva sær at síggja burtur frá tí ferðsluruðuleika sum verður, tá tað brádliga skulu 2500 bilar fleiri inn og úr Havnini sama veg tann dagin Eysturoyartunnilin letur upp. Og fá ár seinni koyra 7000 fleiri bilar inn og úr Havnini.

Eitt er, at nakrir einstakir løgtingslimir royna at brúka málið um Eysturoyartunnilin til at trýsta egin ynski ígjøgnum – og tilvitað við bindi fyri eyguni. Men tað er upp á tíðina, at tinglimir úr Suðurstreymoy og tinglimir annars, sum nýta vanligt vit og skil, toga í hondbremsuna nú, og syrgja fyri, at málið um Eysturoyartunnilin ikki verður trýst ígjøgnum, uttan at hædd verður tikin fyri innkomuvegnum til Havnar og hinum avleiddu verkætlanunum, sum Landsverk hevur víst á.

Vit og skil

Góðu løgtingslimir. Takið bindið frá eygunum, brúkið vit og skil, og stuðlið tykkum til tann serkunnleika, sum settur er at ráðgeva tykkum, har heildin er við. Tað vænta vit í Suðurstreymoy, og tað væntar alt Føroya fólk av tykkum.

Heðin Mortensen

borgarstjóri