Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tunnilsváði

Nú verður umrøtt, at váði kann verða av undirsjóvartunlum. Vit hava gjørt tveir, og har er eingin stórvegis skaði hendur. Er so nakað at frykta? Hvat siga royndirnar?

Undangongumenn innan undirsjóvartunlar eru japanarar. Millum høvuðsoynna Honsu og norðastu oynna Hokkaido er ein 23 kilometrar breiður fjørður, og har var nógv ferðsla. Í 1954 komu ferjurnar í ódnarveður. Fimm sukku og 1430 fólk doyðu. Tá kom fram ynski um at gera ein undirsjóvartunnil til tokferðslu. Greitt var, at hetta kom at kosta nógv, men tær almennu jarnbreytirnar í Japan høvdu í hesum árum stórt rakstraravlop, og í 1972 varð farið undir at gera tunnilin. Arbeiðið gekst væl, og roknað var við, at koyrandi fór at vera í 1979.

Fyri at minka váðan varð tunnilin gjørdur 150 metrar undir havbotninum.

Hetta var hildið so ivaleyst, men tíverri vóru botnviðurskiftini verri enn roknað hevði verið við, hóast royndarboringar høvdu verið gjørdar um alla farleiðina. Knappliga fossaði inn. 34 menn lótu lív, og tunnilin stóð allur undir í sjógvi.

Teir góvust tó ikki á hendur, men fingu tett lekan, pumpað tunnilin tóman og hildu fram við arbeiðinum, og í 1988, níggju ár seinkaðu, kundu fyrstu ferðafólkini koma gjøgnum henda 54 kilometrar langa tunnil.

Fyri japonsku jarnbreytirnar hevur hetta verið dýrt. Byggikostnaðurin gjørdist nógv størri enn teir høvdu ímyndað sær, og rakstrarinntøkurnar eru als ikki blivnar so stórar, sum teir høvdu roknað við. Framstig innan sigling hava gjørt tað nógv bíligari at flyta vørur sjóvegis, og gongdin innan flogferðslu hevur borið við sær, at tað bæði er bíligari og skjótari at ferðast oyggjarnar millum við flogførum.

Tað er tí einki at siga til, at privatir íleggjarar himprast við at fara undir slíkar verkætlanir. Teir kunnu eisini hyggja eftir hvussu gekst við teimum, sum so gleiðbeintir settu partapening í verkætlanina um at gera tunnil undir Ermasund. Teir mistu allan partapeningin, og bankarnir, sum høvdu lænt felagnum pening, noyddust at avskriva stórar upphæddir fyri at fáa verkætlanina lidna, so at tað hóast alt fór at bera til at fáa nakað av inntøkum.

Takið hjá einum privatum íleggjara í eini so váðamiklari verkætlan er sjálvandi at minka um váðan við at fáa tað almenna til at taka á seg so stóran part ssum møguligt av tí skaða, sum henda kann. Serliga umráðandi er at síggja til, at monopolstøðan hjá felagnum ikki verður skerd.

Tað sigst, at ein áseting í tí loyniliga sáttmálanum gongur hesum ynski á møti.

Tað er eyðsæð, at privati íleggjarin er áhugað í at aðrar ferðsluleiðir verða so vánaligir sum møguligt. Her er vandin fyri felagið, at tað tekniskt ber til at gera betri samferðsluloysnir fyri norðurøkið í Føroyum enn hesir partar av landinu fáa við at nýta ta loysn, felagið er komið við.

Fyri eina til ta lága upphædd ber til at gera farleiðir, sum gera tað skjótari at koyra millum Klaksvík og flogvøllin eins væl og millum Klaksvík og Havnina enn við uppskotna tunlinum. Ein og hvør privatur íleggjari, sum hugsar um sín egna vinning, ger sjálvandi hvat ið hann kann fyri at forða slíkari kapping.

Tapararnir eru tey sum búgva norðanfyri Søldarfjørð. Øll hesi fáa longri veg at koyra enn tey høvdu fingið við alternativu loysnini.

Váðin í byggitíðini tykist sáttmálin at hava lagt á alt Føroya fólk.

Avleiðingarnar av ikki at sleppa at gera bestu farleið fyri Norðuroyggjar, norðara part av Eysturoynni, Norðurstreymoy og Vágarnar eru tað tey, sum har búgva, sum koma at knugga undir í ókomnum tíðum. Men tey á Skálafjørðinum, sum tykjast at fáa fyrimun av uppskotnu loysnini, kunnu eisini koma í váða, tí tann dag, tørvur er á at nýta aðra farleið, er hon ikki tøk. Eitt nú er her bert talan um ein tunnil. Av trygdarávum heldur Landsverk, at tað er neyðugt við tveimum tunlum til Suðuroynna, og sama trygdarkrav fer uttan iva skjótt at bera við sær, at vit fáa tveir undirsjóvartunlar til tær oyggjar, sum higartil bert hava fingið ein tunnil. Men í so máta verður Skálafjørður sleptur upp á fjall við tí her uppskotnu monopolloysnini.

Zakarias Wang