Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Túrur við Norðlýsinum fyri sjálvhjálparbólkin Menn ið hava, ella hava havt prostatakrabba

Túrur fyriskipaður saman við Birgiri Enni umborð á kenda seglskipinum Norðlýsinum 25. mai 2013, fyri menn sum hava ella hava havt prostatakrabba saman við makum.

Sum ynskir hava verði frá luttakarum, til nakað øðrvísi tiltak fyri okkum áðrenn summarfrítíðina er her fráboðan um túr við “Norðlýsinum” fyri sjálvhjálparbólkinum fyri “Menn ið hava, ella hava havt, prostata krabba” saman við makum.

Hesaferð verður tað ein túrur fyriskipaður saman við Birgiri Enni umborð á kenda seglskipinum Norðlýsinum, har borðreitt verður við tí allarbesta ein kann hugsa sær til matna. Ferðin er mett til seks tímar- og alt eftir hvussu veður og vindur er, er ætlanin at fara runt Hestoynna - annars er eisini ein planur B.

Túrurin er ásettur at verða leygardagin 25. mai 2013 frá kl. 12.00 til 18.00. Kostnaðurin er í alt fyri leigan av skipi í 6 tímar og matur, men uttan drykkivørur, ið vit hava við sjálvi ásettur til kr. 500,00

Skráin fyri dagin sær annars soleiðis út:

· Vit hittast á Bursatanga kl. 11:30

· Manntal og vælkomin, vit sigla stundisliga kl. 12:00.

· Koma til Hestoynna uml. kl. 13:00 har vit fara vestur um og skoða stórslignu náttúruna har.

· Út á seinnapartin verður borðreitt við marglætis máltíð – er ov nógv gjálv í sjónum, verður fari inn í Hestbygd at liggja – og sjálvandi er tá møguleikin at fara gongutúr runt bygdina.

· Koma aftur inn á Havnina kl. 18:00

GG: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostatakrabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.

Vinarliga teknu tykkum til túrin við at flyta kr. 500,- fyri hvønn lutakara inn á kontonr. 9181-3847812 í góðari tíð, ella í seinasta lagi leygardagin 18. mai – Viðmerki flytingina við “navni”. Eru aðrir fyrispurningar, kunna tit, so ring á telefon 317959 ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo

Sí eisini heimasíðuna: www.krabbamein.fo