Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd

Tvær grindir og 136 hval hava lagt beinini

Tað hevur í dag verið boðað frá tveimum grindum. Kl. 1022, bleiv boðað frá eini grind eystur úr Skálhøvda. Henda grindin bleiv hildin til í Húsavík og tilsamans 136 hvalir løgdu beinini. Grindin varð hildin til kl. 1210 og drápið, ið var liðugt kl. 1230 gekk væl.

Nær seðlarnir koma út, sigur løgreglan seg fara at kunngera seinni.

Seinna grindin blev funnin kl. 1045 eystur úr Dalsfles. Henda grindin verður í løtuni rikin á Hvalba. Sum skilst er talan um ein stóran bólk, har meginparturin er springarar, stendur í teldubrævi frá løgregluni.