Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tvær lisitatiónir um verkætlanir í Vágum

Lisitatión hevur verið á Landsverki í gjár um eitt arbeiði í Sandavági og eitt í Sørvági. Onnur verkætlanin snýr seg um at gera vinstrasnaringarbreyt inn í bygdina í Sandavági við kommunuskrivstovuna, og hitt um asfaltering.

Til verkætlanina í Sandavági eigur RTS lægsta boð, sum ljóðar á 1,484 mió. krónur. Eitt lítið sindur hægri eru JHR Entreprenørar við 1,494 mió. krónum. Næsthægsta boð eigur Articon við 2,153 mió. krónum, meðan J&K Petersen eru hægst við 2,562 mió. krónum. Kostnaðarmetingin er 1,518 mió. krónur.

Hin verkætlanin er í Sørvági, har ein gongubreyt skal asfalterast. Her komu tvey boð inn. HJ-Asfalt bjóðar seg at gera arbeiðið fyri 156.000 krónur, og EM-Asfalt fyri 202.000 krónur.

Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu boðiini.