Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tvangsaktivering av arbeiðsleysum – meiningsleyst og eyðmýkjandi

Hin 13. mei 2015 samtykti samgongan í løgtinginum at tvangsaktivera arbeiðsleys

Var stødd í løgtinginum hin 12. og 13. mei og fylgdi við løgtingslógarviðgerðini um broytingar av lógini um ALS. Uppskotið, ið var til viðgerðar hesar dagar, var løgtingsmál nr. 114/2014. Hetta løgtingslógaruppskot segðist alment at snúgva seg um broyting av bíðidøgum, leingjan av karenstíð, arbeiðsmarknaðarátøk v.m., sum skuldu gera, at fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá arbeiðsloysisskipanini gjørdist betri.

Løgtingsmál nr. 114/2014 er ein sonn vanlukka fyri arbeiðsleys og fyri okkara arbeiðsloysisskipan
Hóast hetta løgtingslógaruppskot segðist at snúgva seg um fíggjarliga haldførið hjá ALS, er komið undan kavi, at nógv onnur arbeiðsloysisviðurskifti vóru innvovin í hetta løgtingslógar-uppskot, sum - vórðu tey samtykt – fóru at verða ein sonn vanlukka fyri okkara arbeiðsloysisskipan og fyri arbeiðsleys.

Arbeiðsleys fáa ongan arbeiðsloysisstuðul, um tey sýta fyri at luttaka í tvingsils-aktiveringsátøkum hjá ALS
M.a. kom fram, at Stýrið fyri ALS mælti til at tvangsaktivera arbeiðsleys í tað, sum í ALS-lógini verður nevnt “samfelagsgagnligar verkætlanir”. Sum tað hevur verið frammi alment, snýr virksemið í Fjølsmiðjuni á Hjalla seg um meiningsleyst putlvirksemi sum t.d. at skera grønmeti í hóskandi skivur, læra at handfara knívar á rættan hátt, at hekla grýtulappar, at gera smáskelti, at seta merkiseðlar á eplaposar og at fáast við ull. Í Vakstarhúsinum í Sandavági verður putlast við urtapottum og radisum – og sum tað kom fram undir tingviðgerðini: at seta eplir niður í oktober! Sum lógin nú er vorðin, er avleiðingin, um hin arbeiðsleysi noktar at luttaka í slíkum aktivitetum, at hann missir arbeiðsloysisútgjaldið, upp í ½ ár.

Øll arbeiðsleys – ung sum eldri, faklærd sum ófaklærd, við drúgvum ella fáum arbeiðsroyndum, úr øllum landinum, hava longu í drúgva tíð uttan lógarheimild verðið tvangsaktiverað á Fjølsmiðjuni á Hjalla ella í Vakstrarhúsinum í Sandavági. Samgonguflokkarnir í løgtinginum (Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin) hava nú ásett hesa tvangsaktivering við lóg.

Harumframt kom fram undir viðgerðini av hesum máli, at stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen, staðiliga hevur virkað fyri, at ALS-farloyvisskipanin skuldi takast av. Hann vildi í viðmerkingunum til løgtingslógaruppskotið verða við, at hetta átak kundi spara ALS 3,3 mió. kr. – hetta hóast tað seinni kom fram, at ALS-farloyvisskipanin er útreiðsluneutral og ALS tískil ikki spardi nakran pening við at gera hesa góðu og nyttugu arbeiðsávísingarskipan um ALS-farloyvisstørv óvirkna.

Drúgt orðaskifti varð hesar dagar (12. og 13. mei) um ALS-farloyvisskipanina og ta tvangsaktivering, ið ALS stýrið hevur innvavt í hetta lógaruppskot um langtíðarhaldføri hjá arbeiðsloysisskipanini.

Løgtingsumboð søgdu seg vera ímóti, at ALS fær lógarheimild at tvangsaktivera arbeiðsleys í meiningsleysum verkætlanum
Løgtingsumboð – eisini frá samgonguni – komu undir løgtingsviðgerðini av hesum máli kropp av kroppi á tingsins røðarapall og løgdu doyðin á, at tey vóru hart ímóti, at ALS skal hava heimild at aktivera arbeiðsleys við meiningsleysum “putlvirksemi” og líknandi á Fjølsmiðjuni á Hjalla og í Vakstrarhúsinum í Sandavági. Hóast hesar útsagnir atkvøddu allir løgtingslimir úr samgonguni (Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin) við triðju viðgerð fyri tvangsaktivering av arbeiðsleysum.

Samgongan í løgtinginum virkaði enn einaferð sum “atkvøðuneyt” hjá arbeiðsgevarum og øðrum maktfullum bólkum – atlitið til teirra, ið hetta mál í høvuðsheitum átti at snúgva seg um – nevniliga arbeiðsleys – varð enn einaferð forfjónað.

Løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing eigur ikki at vera gjørd til eina lóg um tvangsarbeiði
Í sjálvum sær er als onki galið við teimum aktivitetum, sum fara fram á Fjølsmiðjuni á Hjalla ella í Vakstrarhúsinum í Sandavági. Men má lógfest tvangsaktivering av arbeiðsleysum ikki vera partur av løgtingslóg um Arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

Lóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing var á ongan hátt ætlað at verða nýtt sum amboð at tvangsaktivera arbeiðsleys í meiningsleysum “samfelagsgagnligum verkætlanum”, soleiðis sum nú er gjørt. Lógin skuldi hinvegin vera ein trygging, ið gjørdi, at arbeiðsleys skuldu fáa eitt peningaligt útgjald, um ella tá tey gjørdust arbeiðsleys og skuldi henda lóg somuleiðis virka sum ein arbeiðsávísing, ið kundi fáa arbeiðsleys aftur í arbeiði.

At tvangsaktivera tilkomin fólk við slíkum aktivitetum, ið ganga fyri seg á Fjølsmiðjuni á Hjalla ella í Vakstrarhúsinum í Sandavági, gevur ikki arbeiðsleysum betri arbeiðsførleika, tvørturímóti. Tey verða einans marginaliserað og fasthildin í sonevndum “samfelagsgagn-ligum verkætlanum”/tvangsarbeiði, ið tey ikki eingang fáa løn fyri.

Við tvingsli at noyða arbeiðsleys at luttaka í meiningsleysum hobbykendum virksemi er reindyrkað eyðmýking av tilkomnum fólki og ein háðan móti teimum, ið hava verið so óheppin, at tey eru vorðin arbeiðsleys.

Tvangsaktivering av arbeiðsleysum er harumframt sera kostnaðarmikið
Skipanin um tvangsaktivering, ið nú er samtykt av sitandi samgongu (Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum), er tiltak, ið er sera kostnaðarmikið fyri arbeiðsloysisskipanina. Sambært ALS eru útreiðslurnar til “arbeiðsmarknaðarátøk” 23 mió. kr. árliga.

At ALS skal nýta milliónavís av krónum at tvangsaktivera arbeiðsleys er ein stór andsøgn, nú ALS sigur seg vera komið í fíggjarligar trupulleikar og eginpeningurin er komin niður á uml. 300 mió. kr.

Løgtingið má taka av § 25 stk 2, punkt 7) um samfelagsgagnligar verkætlanir (tvangs-aktivering) í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Heldur vanligi føroyingurin, at tað er skeivt at tvangsaktivera arbeiðsleys, og at tað er skeivt at taka arbeiðsloysisstuðulin frá arbeiðsleysum, sum nokta at luttaka í meiningsleysari tvangsaktivering, eigur tingið ongantíð ov skjótt at taka av § 25 stk 2, punkt 7, í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Hetta at arbeiðsleys skulu luttaka í sonevndum “samfelagsgagnligum verkætlanum” (skulu luttaka í virksemi á Fjølsmiðjuni á Hjalla og/ella Vakstrarhúsinum í Sandavági v.m.)

ALS kann spara hóp av peningi við at leggja av virksemið í Fjølsmiðjuni á Hjalla og leigumálið av Vakstrarhúsinum á Hjalla
Langtíðarhaldførið hjá ALS kann betrast heilt munandi við at siga upp leigumálini av Fjølsmiðjuni á Hjalla og av Vakstrarhúsinum í Sandavági.

Eg vóni at Føroya fólk tekur undir við, at vit ikki við lóg eiga at tvangsaktivera fólk, ið gerast arbeiðsleys – við meiningsleysum aktivitetum. Men eiga arbeiðsleys hinvegin at fáa í boði at luttaka í góðum og nyttugum arbeiðsmarknaðarátøkum, ið eru serliga tilpassað til ymsar aldursbólkar, starvsøki v.m. Arbeiðsleys mugu fáa atgongd til førleikagevandi skeið, førleikagevandi útbúgvingar og arbeiðstilboð, so sum ALS-farloyvisstørv og lønta starvsvenjing, sum eru dømi um arbeiðsmarknaðarátøk, ið veruliga kunnu hjálpa arbeiðsleysum at koma aftur í vanligt, lønt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum.

Úr ALS yvir á forsorg?
Ein annar spurningur, ið náttúrliga má setast við hesa tvangsaktivering hjá ALS er, hvussu nógv arbeiðsleys fara at detta yvir á forsorgarlógina at fáa pening til lívsins uppihald, tí tey fáa karantenu hjá ALS, tá tey sýta fyri at luttaka í meiningsleysari tvingsilsaktivering hjá ALS.

Tórshavn, hin 16. mei 2015

Ingrid S. Henriksen