Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, Jacobina Dam, Nicolina Johansen og leiðarin á stovninum, Connie Lassen.

Tveir kollfirðingar 27 ára starvsdag

Dagstovnurin millum Bóla í Kollafirði hátíðarhelt í dag, at tvey starvsfólk hava merkisdagar. Bæði Nicolina Johansen og Jacobina Dam hava arbeitt í Tórshavnar kommunu í 27 ár. Báðar eru tær úr Kollafirði.  

Borgarstjórin var á vitjan á dagstovninum, har Nicolina og Jacobina arbeiði. Hann helt stutta røðu og handaði viðurkenningar og gávur frá býráðnum. 

Heðin Mortensen takkaði fyri drúgva arbeiðið, sum tær báðar hava útint fyri Tórshavnar kommunu. Hann vísti á, at kommunan leggur stóran dent á dagstovnaøkið, og at allir stovnarnir eru dagførdir og styðja undir námsfrøðiliga arbeiðið í dagsins samfelag. 

Bæði starvsfólk og borgarstjórin fegnast eisini um, at farið verður undir at byggja nýggjan dagstovn í Kollafirði, sum fer at liggja við Botnánna. Tá verða pláss fyri 80 børnum á sama stovni. 

Á dagstovninum millum Bóla ganga 18 vøggustovubørn og 17 barnagarðsbørn.