Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í farnu viku frættist at Klaksvíkar kommuna tendraði ein nýggjan, slóðbrotandi læknaviðtaluportal. Hetta er sjálvandi at fegnast um og sjálvi hava vit alt gott at bera slíkum, einføldum tænastum.

Spyr bara tey túsundtals fólkini, ið síðan 2013 hava verið knýtt at 8 kommunulæknum, í ávikavíst Læknahúsinum í Gundadali og Læknaviðtaluni í Miðlon. 

Skipanin, ið varð ment longu í 2012, hevur virkað stak væl og helst hevur hon verið íblástur til tøkniliga frambrotið hjá Formula, tí tær eru meinlíkar – í funkum eins væl og sniði.

Skipanin til báðar læknaviðtalurnar sæst her:

www.laknarmidlon.fo

www.laknargundadalur.fo

Skipanin, ið Klaksvíkar kommuna hevur sett í verk sæst her:

www.laknarklaksvik.fo

At ein slík skipan sigst vera nýskapandi, tulka vit ósmæðið sum eitt herðaklapp; tó so halda vit tað vera at taka ov rívan til. Tí hóast portalurin var nýskapandi, tá Ram Development saman við serkunnleika innan øki menti hann í 2013, so hevur skipanin verið ein partur av gerandisdegnum hjá túsundstals fólkum seinastu trý árini. 

Samanumtikið er tað gleðiligt, at ein av størstu kommunum í landinum hevur tikið hetta stigið, sum vit meta vera ein sjálvsagdur lutur í dagsins framkomna samfelag. 

Hallur Holm Johannesen
www.ramdevelopment.fo