Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tvey uppskot frá Tjóðveldi til viðgerð á Løgtingi í dag

TÍÐINDASKRIV:

Løgtingið viðgerð í dag tvey uppskot frá Tjóðveldi. Eitt uppskot um føroyskan realkreditmarknað og eitt um avleiðingarnar av, at føroysku peningastovnarnir hava flutt so at siga alt KT-virksemið uttanlands.

Føroyskur realkreditmarknaður lækka rentustøðið og kostnaðarstøðið?

Atgongdin til fígging til kappingarføran kostnað er týðandi fyri føroyska samfelagið, vinnulívið og føroyingar allar. Føroyski fíggjarmarknaðurin bjóðar í dag eina røð av fíggjartænastum til føroyingar, men kostnaðurin á fíggjartænastum í Føroyum er í dag høgur í mun til í grannalondum okkara.

Hetta hevur avleiðingar fyri alt kostnaðarstøðið í føroyska samfelagnum, fyri kappingarførið hjá vinnuni og fyri dagligdagin og keypiorkuna hjá føroyskum húskjum.

Millum fíggjarligu tænasturnar til føroyingar eru donsk realkreditlánsbrøv. Hesi hava víst seg at fáa undirtøku millum nógvar føroyingar.

Hóast hetta, so er enn ongin óheft meting gjørd, ið endaliga kann staðfesta, hvørt tað er viðkomandi at stovnseta ein føroyskan realkredittmarknað, og í so fall hvussu hesin skal verða skipaður.

Vit vita tó, at føroyskar fyritøkur geva út lánsbrøv og somuleiðis gevur Landsbankin vegna landsstýrið út lánsbrøv. Hetta hevur víst seg vera ein góður fíggingarháttur, og tí eiga vit at fáa staðfest endaliga – og frá óheftari síðu – hvørt ein føroyskur realkredittmarknaður kann verða gagnligur fyri føroyingar og føroyska samfelagið, og um føroysk realkreditlánsbrøv eitt nú kundu tryggjað eina kappingarføra rentu til allar føroyingar.

Hvørjar vóru avleiðingarnar av KT-útrás hjá føroysku peningastovnunum?

Peningastovnarnir eru stórur partur av føroyska vinnulívinum, og eru fleiri hundratals føroyingar í starvi hjá hesum. Hartil nýta peningastovnarnir nógvar tænastur eitt nú KT-tænastur. Tað er tó sera avmarkað, hvørjar KT-tænastur peningastovnarnir nýta í Føroyum í dag, tí fyri fáum árum síðan fingu peningastovnarnir loyvi at flyta so at siga alt sítt KT-virksemi av landinum.

Ávarað varð tá um, at hetta fór at fáa stórar neiligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Víst varð á, at hetta fór at kosta bankakundum, føroyskum stovnum og samfelagnum sum heild stórar upphæddir, fór at minka um framtíðar møguleikar, og fór hartil eitt nú at minka talið av vitanarstørvum innan KT í Føroyum.

Ávaringarnar hava nú víst seg at gerast til veruleika.

Tí útrásin av KT-virkseminum hjá peningastovnunum, hevur ikki bert kostað peningastovnum og bankakundum 3-siffraða millióna upphædd, hon hevur eisini flutt ótallig vitanarstørv av landinum, minkað um fleksibilitetin í KT-loysnunum hjá peningastovnunum, og hevur hartil dýrkað um KT-loysnir hjá TAKS og minkað um møguleikarnar fyri optimalari KT-stýring og samskipan av føroyskum kjarnu-KT-skipanum.

Sera trupult er tí at síggja, hvat føroyingar og føroyska samfelagið hava vunnið við verandi loysn, og mælt verður tí til, at Landsstýrið ger og leggur fyri Løgtingið eina óhefta frágreiðing, ið staðfestir avleiðingarnar av, at so at siga alt KT-virksemið hjá føroysku peningastovnunum varð flutt av landinum, herundir kostnaðin fyri føroyingar, fyri føroyskar stovnar, minkaðu møguleikarnir fyri menning og samskipan av KT-skipanum í Føroyum, ávirkanin á vitanarstørv o.s.fr.

Hartil verður biðið um eina lýsing av fyrimunum og vansum við, at flyta KT-virksemið aftur til Føroya, soleiðis at Løgtingið fær eitt gott grundarlag at um, hvørt ynskt verður at lóggeva øðrvísi framyvir.

Verður uppskotið framt í verki vil hetta geva eina eftirmeting av tí, ið gjørt varð, tá so at siga allar KT-tænastur hjá peningastovnunum vórðu fluttar av landinum, og hartil geva Løgtinginum neyðuga grundarlagið til at meta um, hvat rættast er at gera framyvir.