Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tvíburðarnir Árni og Marner: ROYNA SEG Á DANSKA MARKNAÐINUM

Navnframu føroysku tvíburðarnir, Árni og Marner Andreasen, fara í næstum at royna seg á danska tónleikamarknaðinum. Í hesum døgum geva teir fyri fyrstu ferð eina single-fløgu út, ið ber heitið ”Forårsstærens melodi”.

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Seinastu fimm árini hava teir havt eitt neyvt samstarv við kenda orðasmiðin Kurt Bønnerup, sum er búsitandi í Korsør. Hann nevnir virki sítt Sangværkstedet. Hann setur saman orðini, ímeðan Árni og Marner gera løgini.

Ætlanin er at geva nakrar sangir út so við og við, og tá ið einir 10-15 loksins eru lidnir, verður ein fløga við øllum songunum á, givin út.

Av tí at brøðurnir hava verið búsitandi í Danmark, liggur væl fyri at syngja á donskum máli. Tað var í 2004, at teir búðu í Keypmannhavn, har teir namdu sær eina útbúgving sum koyrilærarar. Um hetta mundið sungu og spældu teir mangan á Func’s Vinstue á Nørreåport. 

Teir fingu eisini tilboð um at spæla á Vise-værtshuset í Tivoli, men tilboðið kom ov seint, tí júst tá vóru teir í ferð við at flyta heim aftur á klettarnar.

Hetta er fyrstu ferð, at tvíburðarnir geva út eina fløgu út, har orðini eru donsk. Teir vóna, at hon verður væl móttikin. Orsøkin til, at fyrsti sangurin, teir hava valt at geva út, hevur fingið heitið ”Forårsstærens melodi”, er, at tað er júst um hesa tíð, at starin syngur so yndisliga.