Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tvørrandi samskipan av búskaparpolitikkinum

Búskaparráðið leggur hervið fram sína frágreiðing á heysti 2017. Umframt konjunkturmeting, snýr frágreiðingin seg um serlig viðurskifti í konjunkturgongdini. Í hesum sambandi vísir Búskaparráðið eitt nú á, at ein betri samskipan av almenna íløgupolitikkinum hevði minkað um sveiggið í búskapinum og fløskuhálsarnar á byggi- og bústaðarmarknaðinum. 

Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum hin 30. august 2017

Vøksturin í búskapinum heldur fram 

Í byrjanini av fíggjarkreppuni í 2008 var handilsjavnin negativur við 1.517 mió. kr. uttan skip. Í dag er handilsjavnin batnaður til 1.895 mió. kr. uttan skip. Hetta er ein betring uppá 3,4 mia. kr.  

Búskaparligu indikatorarnir seinasta hálvárið benda á ein alsamt týðiligari hákonjunktur eyðkendan av lágum arbeiðsloysi, høgum arbeiðsvirkni, nettotilflyting, íbúðartroti í miðstaðarøkinum og búskaparvøkstri. Útlit eru fyri einum yvirskoti á landsroknskapinum í 2017 og 2018. 

Fólkavøkstur og bústaðartrot Stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur økt fólkatalið upp um 50.000 í 2017, og hetta hevur vaksið um eftirspurningin eftir bústøðum. Dátuni benda á, at hesin vøkstur í fólkatalinum hevur ein uppgangskonjunktur í Føroyum sum sína meginforkláring. 

Broytist hesin uppgangskonjunkturur til ein niðurgangskonjunktur, kunnu vit ikki útiloka, at nettotilflytingin broytist til eina nettofráflyting við tí avleiðing, at fólkatalið í Føroyum aftur minkar. 

Almennu og privatu íløguverkætlanirnar hava upptikið eitt vaksandi tal av handverkarum, bæði føroyskar og útlendskar. Stóru tíðarsamanfallandi privatu og almennu íløgurnar síðan 2013 hava trokað burtur bústaðarbygging, samstundis sum tær hava vaksið um kostnaðarstøðið í bústaðarbygging og bústaðarumvælingum. 

Kommunali búskapurin Fyri 2017 hava kommunurnar budgetterað við einum merkisvert stórum halli á 610 mió. kr. Kommunalu íløgurnar eru budgetteraðar til 985 mió. kr. í 2017, og er hetta munandi hægri enn undanfarin ár. Fyri 2016 varð budgetterað við einum halli á 454 mió. kr., meðan roknskapurin fyri 2016 kom at vísa eitt avlop á 65 mió. kr. 

Fyri landið og kommunugeiran er budgetterað við einum halli í 2017 á 472 mió. kr. 

Fyri allan almenna geiran er sostatt sambært hesum útlit til rættuliga stórt hall í 2017, men sambært royndunum undanfarin ár er ikki vist, at hetta kemur at ganga út. Ein víðkan av játtanarkørmum landsins til eisini at fevna um kommunurnar kundi verið ein liður í búskaparligari samskipan millum land og kommunur. 

Konjunkturviðgangandi búskaparpolitikkurin, herundir serliga íløgurnar, endurtekur seg. Búskaparráðið hevur frámælt teimum ójøvnu árligu íløgustøddunum, ið økja um óstøðugleikan í búskapinum. 
 
Búskaparfrágreiðingin er at finna á heimasíðu Fróðskaparsetursins/Búskaparráðsins: 
https://setur.fo/en/setrid/styrid-rad-og-samstoerv/buskaparradid/