Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týðandi nýggj vitan um dálkingarevni í havsúgdjórum

Norðurlenskt samstarv samskipað av Umhvørvisstovuni hevur givið týðandi nýggja vitan, fleiri vísindaligar greinar og framløgur í altjóða ráðstevnum, og harafturat ein nýggjan granskara.

Herfyri var ein frágreiðing løgd fram, ið lýsir gongdina fyri einum úrvali av dálkandi evnum í havsúgdjórum. Talan var um dálkingarevni, sum ikki nógv vitan var um, eitt nú PFOS og bromerað flammutálmandi evni.

Kanningar vóru gjørdar av sjey ymiskum sløgum av havsúgdjórum úr øllum Norður-Atlantshavinum, teirra millum grindahvali og hvítskjórutum springara úr Føroyum. Vegna ta hepnu støðu, at sýnir av grindahvali heilt aftur til 1986 vóru tøk, bar til at fáa lýst, hvussu gongdin á innihaldinum av hesum evnum hevur verið.

Eisini frá øðrum Norðurlondum bar til at fáa fatur á eldri sýnum av ymiskum havsúgdjórum, og tískil varð úrslitið av kanningunum áhugavert ikki einans fyri okkum, men eisini fyri eina røð av granskarum í nógvum londum. Tá ið farast skuldi til verka, varð kanningin mett at vera somikið slóðbrótandi, at hon kundi vera hóskandi sum evni til eina doktararitgerð.

So við og við sum úrslitini eru vorðin tøk, eru tey løgd fram í fleiri greinum, sum eru ella fara at verða útgivnar í vísindaligum tíðarritum. Haraftrat hava fleiri av luttakandi granskarunum frá Norra, Íslandi, Danmark/Grønlandi, Svøríki og Føroyum verið og greitt frá um partar av hesum rúgvismikla kanningartilfarið á ráðstevnum kring heimin.

Fyrilestrar um hesi úrslit, hava millum annað verið á Svalbard, í Japan (BFR ráðstevna í Kyoto), í USA (Dioxin 2010 í San Antonio), í Belgia (Dioxin 2011 í Bruxelles) og í Svøríki (Joint Nordic Screening ráðstevna í Malmø), og tá ið nýggja doktararitgerðin varð vard á Universitetinum í Ørebro í Svøríki, vóru serfrøðingar úr flestu Norðurlond og úr Hollandi tilstaðar.