Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týdning, at heilsøluprísirnir á fjarskiftisøkinum ikki eru ov høgir

Tíðindaskriv: Fjarskiftismarkanaðurin er ein týðandi marknaður við einum árligum umsetningi uppá 390 milliónur krónur á tí konsessioneraða partinum.

Kappingareftirlitið vísir í ársritinum frá 2011 á, at fjarskiftistænastur eru millum 23 og 45 % hægri í Føroyum enn í Danmark. Síðan tá eru heilsøluprísirnir lækkaðir munandi.

Fjarskiftiseftirlitið hevur latið kanning gera av einum úrvali av tænastum sum Føroya Tele samtakið selur. Talan er yvirhøvur um tænastur sum kervisfelagið, FT Net, selur til FT Samskifti, Vodafone og Elektron. Samanbering er gjørd við heilsøluprísirnir í nøkrum grannalondum.

Nakrar fyribils niðurstøður eru gjørdar í kanningini. Kanningin vísir, at ávísar tænastur hava kappingarførar prísir, meðan aðrar eru heldur dýrar, herundir serliga

 MPLS/ VPN. (Vinnuligt breiðbandssamband millum tvey støð)

 Acces til svart fipur (Atgongd til fipurkaðalar, sum m.a. er neyðugt fyri at veita háferðar breiðbandstænastur til vinnukundar)

 Avtala um fast forval1 (Atgongd til tænastur hjá øðrum veitara)

 Mobilnet1 (Termineringsprísir, sum eru prísir fyri at nýta netið hjá kappingarneyta)

Yvirskipaða endamálið við kanningini er at geva Fjarskiftiseftirlitinum nakrar greiðar ábendingar um, hvørjir hóskandi prísirnir eru fyri tær tænastur sum netfelagið selur hinum fjarskiftisveitarunum.

Fjarskiftiseftirlitið er av tí hugsan, at heilsøluprísirnir hava eina avgerandi ávirkan á teir fjarskiftisprísir sum føroysku endabrúkararnir skulu gjalda, og tí er tað av stórum týdningi at heilsøluprísirnir ikki eru ov høgir.

Úrslitið av kanningini er til hoyringar hjá viðkomandi fjarskiftisveitarum. Tá Fjarskiftiseftirlitið hevur fingið hoyringssvarini, verða gjørdar niðurstøður um og hvørji tiltøk verða sett í verk.