Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týdningarmikið, at tað almenna heldur fram at eftirspyrja vørur og tænastur

Eitt týdningarmikið hjálparátak fyri at halda landsbúskapinum uppi er, at land og kommunur framhaldandi keypa vørur og tænastur frá føroysku vinnuni

Marita Rasmussen
Stjóri
Fartlf: 739909
t-post: marita@industry.fo

Hóast støðan hjá nógvum fyritøkum er sera trupul, hava fyritøkur eisini sett í verk smittufyribyrgjandi tiltøk og umskipað mannagongdir, so framleiðslan av vørum og tænastum partvíst kann halda fram. Tí er tað týdningarmikið, at tað almenna í hesum tíðum heldur fram við at eftirspyrja vørur og tænastur, og gjarna framskundar ætlanir, sum enn ikki eru settar í verk.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur, at tað kann vera  trupult at seta ferð á eftirspurningin, tá samfelagið er farið niður í ferð. Men tað er í einari støðu sum hesari, at land og kommunur mugu halda høvdið kalt og gera sítt til at halda samfelagshjólunum malandi. Vit hava sæð, at summar kommunur hava boðað frá at tær hava sett serlig tiltøk í verk fyri at økja um eftirspurningin úr vinnuni. Hetta fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, og vónar at síggja fleiri slík átøk, umframt at frammanundan planlagt virksemi verður sett ígongd.
 
Hóast fleiri skilagóð hjálpartiltøk eru sett í verk, er tað somuleiðis sera umráðandi, at land og kommunur halda fram at keypa vørur og tænastur. 
 
Tað er neyðugt at land og kommunur:
-   halda fram við verandi virksemi og ikki avlýsa ordrar
-   seta planlagt virksemi í gongd
-   seta meira ferð á virksemi, sum hevur bíðað, so sum umvælingar og ábøtur

 
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ráðgeva tøkan, sum kann ráðgeva fyritøkum um hvussu tær á bestan hátt kunnu hava virksemið koyrandi, men í einum og øllum hava ein atburð sum minkar um spjaðing av smittuni. Hava fyritøkur tørv á ráðgeving ber til at senda teldupost til gudny@industry.fo ella ringja 739908.